40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vit skulu aftur til apríl 1996 fyri at finna líka stórt arbeiðsloysi sum tað ið er nú.

 

Sambært ALS eru nú 2.889 fólk í serligu korona skipanini. Harumframt eru 335 í vanligu arbeiðsloysisskipanini. Sostatt er talið á arbeiðsleysum 11,5% av samlaðu arbeiðarafjøldini, og tað eru nógv ár síðani at arbeiðsloysið hevur verið nær í námind av tí.

 

Hagstovan skrivar um arbeiðsloysi, at  tað við ársbyrjan í ár einans var áleið 1%. Skulu vit finna arbeiðsloysi sum líkist tí sum er beint nú, so skulu vit heilt aftur til apríl 1996.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo