Hagstovan: Í august var arbeiðsloysið 1,5%, sum er nakað minni enn undanfarnu mánaðirnar. Síðani koronufarsóttin rakti í mars hevur arbeiðsloysið verið uppi á 1,8%.
Myndin niðanfyri vísir arbeiðsloysið og gongdina í arbeiðsloysinum. Káma strikan vísir arbeiðsloysisprosentið og sterka strikan vísir gongdina ella trendin.
Arbeiðsloysið var 1,5% í august, sum svarar til 454 fulltíðararbeiðsleys. Arbeiðsloysið var til samanberingar 1,1% í august í fjør, skrivar Hagstovan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo