40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað er ein gøla, at samgongan letur upp fyri, at 15% av samlaðu veiðini kann landast uttanlands. Hetta rakar virkir um alt landið, fleiri fólk gerast arbeiðsleys og mugu í fiskavirkisskipanina í ALS og grundgevingarnar halda ikki. Hví skal samgongan gera korini verri hjá virkjum kring alt landið, spyr Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag. Hann heitir á løgingið um at fella uppskotið frá Jacob Vestergaard um at loyva størri veiðinøgdum at verða landað uttanlands.

Føroya Arbeiðarafelag hevur verið í vinnunevndini í løgtinginum og harðliga mótmælt uppskotinum um at loyva 15% av allari veiðu at vera landað uttanlands. Hetta rakar virkini og teirra atgongd til rávøru meint, og grundgevingarnar halda ikki, vísir Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag á.

Landsstýrið og samgongan sigur, at tey mugu lata skip landa uttanlands, tí tey skulu áseta eitt veiðigjald og tí, at móttøkukapasiteturin í Føroyum er avmarkaður. Veiðigjøld eru ikki fyri allan flotan og allan fiskiskap, og hartil eigur at vera gjørligt at finna rímilig gjøld uttan at senda veiðina í útlendskar hendur.

Í mun til kapasitet, so vita vit, at til ber at laga veiðina til og at skip leggja so til rættis, at tað ikki verður ein trupulleiki í mun til svartkjaftin í apríl- og meimánaði – hetta ber til á aðrari veiðu hjá somu uppisjóvarskipum, so sjálvandi eigur hetta at lata seg gera um várið eisini. 

Báðar grundgevingarnar fyri at koyra skip uttanlands at landa eru vánaligar, og eg skilji ikki, hví Jacob Vestergaard og samgongan eru so altráð eftir at skapa arbeiðspláss uttanfyri Føroyar. Tey áttu heldur at fegnast um, at vit hava nøkur virki í Føroyum, og at gjørt tað tey eru ment at tryggja rávørutilgongdina. Eg eri bangin fyri, at hetta fer at minka um inntøkurnar hjá arbeiðsfólki í fiskavinnuni á landi, og at fleiri noyðast í fiskavirkisskipanina í ALS, sigur formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag.

Hetta rakar nógv pláss runt um í landinum, um størri og størri partur av veiðini skal landast uttanlands. Vit vita, at hetta fer at raka flakavirkir, uppisjóvarvirkir og ídnaðarvirki. Stórur partur av virkseminum uttanfyri miðstaðin er fiskivinna, og skulu vit varðveita arbeiðspláss og tryggja livikor hjá fólki kring landið, so er hetta ikki mátin – tvørturímóti. Okkara áheitan er tí á løgtingið um at fella uppskotið, og heldur royna at betra um korini hjá virkjunum kring landið.

Føroya Arbeiðarafelag

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo