40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Vørn: Fríggjadagin ringdi skiparin á Arctic Voyager til Brimil og bað um sleip tí teir høvdu fingið bellin (t.e eitt stykki á trolinum) um síðuskrúvuna, netið lá soleiðis at hann tordi ikki at kobla í og sigla sum vanligt tí at vandi var fyri at tað kom um høvuðsskrúvuna eisini.

Brimil fór beinanvegin sigla til Arctic Voygar sum var staddur suðuri móti tí enska markinum á svartkjafa veiðu. Á veg út til Arctic Voyager ringdi skiparin á Nærabergi og bað um hjálp tí ein av manningini hevði skorið seg í hondina.

Avtala bleiv at Næraberg skuldi hála og sigla á sama stað sum Arctic Voyager lá.

Leygarmorgunin (17.04.21) kl 0030 fór arbeiðsbáturin hjá Brimli eftir manninum á Næraberg. Hetta gekk væl og fingu teir mannin umborð á bátin í øllum góðum, sjálvt um tað var stór alda og vindur.

Kl 01:50 hevði Brimil sett fast á Arctic Voyager og byrjaði at sleipa móti landi.

Avgjørt bleiv at sleipa móti Tórshavn so at skaddi maðurin kundi koma undir læknahond.

Kl 1830 komu skipini  í Nólsoyarfjørð tá fór arbeiðsbáturin hjá Brimli inn á havnina við manninum . Skaddi maðurin bleiv lagdur undir skurð í hondini seinni sama kvøld.

Kl 2000  var Arctic Voyager komin at bryggju í Tórshavn, tá fóru kavarar niður at skera av skrúvuni.

Arctic Voyager hevði fingið 700 tons av svartkjafti.

Myndir: Marner Ludvig

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo