Arvur er einasta orsøk til at føroyingar duga so væl at dividera
- Henrik Old

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Søguliga strævið at smíða kirkju sunnan fyri Sandá!

MÚRURIN: Fyri góðum 700 árum síðani elvdi kirkjusmíðing / -laðing í Kirkjubø til orrustu í Føroyum.

ARGIR ERU Í KIRKJUBØHAGA: Á okkara døgum elva ætlanir um at smíða kirkju á Argjum til tvídrátt millum manna. Tíbetur eru fólk á okkara døgum meir siðmentað og friðarlig, enn tey vóru fyri 700 árum síðani.

TVÍDRÁTTUR Í BYGDINI: Gott, at fólk kunnu siga sína meining. Kortini kann tað vera eitt sindur keðiligt við slíkari ósemju millum bygdarfólkið. Í húskjum kring døgurðaborðið siga summi: Hví skal kirkjan standa júst har? Onnur í sama húski spyrja kanska: Hví ikki har?

Nú hava myndugleikarnir tikið støðu, og vónandi eru sjógvar nú slætnaðir, soleiðis at bygdarfólkið og onnur kunnu líta frameftir við góðvild.

9. MEI 2028 (200 ár): Andras Mortansson keypti Argir á uppboðssølu norðuri í Saksun 9. mei 1828. Andras var ættfaðir at teimum tiltiknu grótmonnunum á Argjum. Í dag eru sostatt 4 ár, til bygdin (í nýggjari tíð) fyllir 200 ár. Nýggja Argja kirkja stendur kanska liðug tann dagin!?

GRÓT ER EITT “MÁST” Í ARGJA KIRKJU: Góðu tit, ið varða av nýggju Argja kirkju: Av øllum støðum í Føroyum eru Argir tað mest sjálvsagda, tá talan er um grót í sambandi við nýggja kirkju!

Tað hevði næstan mint um halgibrot, um grót ikki var (stórur) partur av Argja kirkju.

LEIKBRÁ: Gott í tykkum, virðið handaverk teirra, ið undan fóru! Takið eitt leikbrá, ein steðg í verkætlanini!

Nógv ber til, eisini at fáa grót sum ein natúrligan og sjálvsagdan part av nýggju Argja kirkju!

Við grótkirkjukvøðu
Eyðun á Borg
Argir í gýtusól 9. mei 2024

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo