Fríggjadagin 12. februar 2016 vitjaðu umboð fyri Arktisk Kommando Krígssavnið.
Færøernes Kommando, eisini nevnd Marinestationen, varð í 2012 umskipað til Arktisk Kommando, við virksemi í Nuuk og í Tórshavn.
Setningurin fyri Arktisk Kommando ljóðar soleiðis: "Arktisk Kommando er myndugleiki í donsku Verjuni. Fremsti setningurin, er, í friðartíð, at tryggja fullveldið í ríkisfelagsskapinum við vaktarhaldi kring Føroyar og Grønland. Eisini tekur Kommandoin sær av ymskum samfelagsuppgávum, so sum eftirliti við fiskivinnu, sjóbjarging, sjúkraflutningi o.ø."
Í Havn heldur Arktisk kommando til í hølum hjá MRCC.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo