Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlin við Løgmannabreyt: Fríggjadagin 18. august verður árligi rennidagurin hjá Skúlanum við Løgmannabreyt.

Dagurin byrjar við morgunsangi og síðani upphiting. Kl. 9.15 verður byrjað at renna. Runnið verður fyrst omaneftir Løgmannabreyt, eftir Kirkjustræti, fram við Hoyvíkar skúla, niðan gøtuna í Dalinum langa, eftir Klingruni og aftur í skúlan eftir Løgmannabreyt. Ein runda er 2,7 km. Runnið verður til kl. 10.30.

Rennidagar hava verið í føroyska fólkaskúlanum nú í eini 40-50 ár. Óneyðugt er at nevna, at tað eru nógvar góðar orsøkir til at fyriskipa rennidagar, bæði kropsligar, sálarligar og sosialar. Og Skúlin við Løgmannabreyt leggur stóran dent á, at rennidagar skulu vera ein stuttlig uppliving.

Skúlin vónar at fólk, sum koyra í bili í økinum ansa væl eftir rennarunum.

Eftir renningina fáa næmingarnir skreytbløð, sum sýnir, hvussu langt teir hava runnið. Eisini verður okkurt gott at fáa.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo