Lat hann, sum vil broyta heimin, fyrst broyta seg sjálvan
- Sokrates

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Fríggjadagin 22. apríl 2022 verður listamaðurin Arnold Vegghamar 85 ár.

Í hesum sambandinum letur upp ein stór hátíðarframsýning í Gamla Seglhúsinum, Klaksvíksvegur 48, sum umfatar 56 nýggj verk.

Dagmar Warming lýsir m.a. soleiðis Arnold í bók síni:

“Vegghamar arbeiðir einsamallur sum listamaður. Hann málar heilt í egnari verð uttan at hyggja um seg, til onnur samtíðarlistafólk í Føroyum. Leiðin, hann tók í lívinum, eftir at hann fyrrsum ungur maður í nøkur ár royndi at fylgja eini vónleysari leið, hevur ført hann heim til Viðareiðis sum málara. Her fer hann at búgva og arbeiða restina av ævi sínari, og myndaevnini eru ikki bara soleiðis til at vika. Tey eru har beint hjá honum og geva honum íblástur til at mála verk, sum tey flestu halda vera úr einum øðrum heimi, sum eru komin higar gjøgnum tað viðkvæma sinnið hjá einum einligum persón og ein kraftmiklan koloritt.

Víst er tað so, at landslagið kveikir hugin til at mála, men við úrslitinum, verkinum, koma vit inn í annan hugaheim. Vit síggja landslagið við nýggjum eygum. Í hesum finst tann sermerkti og endurnýggjaði landslagsmálningurin, sum er heilt einastandandi í norðurlendskum høpi.”

Fernisering verður á sjálvum føðingardegnum klokkan 16:00 og kemur Hilmar Høgenni frá Listafelag Føroya at seta framsýningina.

Møguleiki er at hitta listamannin sjálvan og heilsa uppá.

Karl Martin Samuelsen og Eyðun Nolsøe syrgja fyri tónleikinum umframt borðreitt verður við onkrum  leskandi og góðum til góman.

Framsýningin er opin:

Fríggjadagin 22. apríl       16:00 til 20:00

Leygardagin 23. apríl       15:00 til 19:00

Sunnudagin 24. apríl       15:00 til 19:00

Framsýningin hongur uppi fram til 29. mai er opið allar yrkadagar frá 14:00 til 17:00 og sunnudagar frá 15:00 til 19:00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo