40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Arnstein Niclasen kendi ”hegnismannin”, sum gjørdi bumburnar í Klaksvík. Hann visti, hvør legði tær. Hann visti, at fólk kundu doyð av teimum. Hann rindaði eisini lutvíst fyri ein revolvara til beiggja sín. Tað er skiljandi, tí tað var rok, og hann var blaðungur. Men nú skuldi hann spurt seg sjálvan, um tað var gagnligt.

Sjúrður veit ikki hvat læknastríðið snúði seg um, sigur Arnstein Niclasen í eini viðmerking til nøkur rósandi orð, sum eg hevði um nýggju sendirøðina hjá DR um tað stóra stríðið í Klaksvík.

Well, eitt er ið hvussu er vist: Arnstein veit nógv meira um tað enn bæði eg og flest onnur. Hann livdi tá. Hann búði í Klaksvík. Hóast blaðungur var hann innaliga í summum av tí, sum hendi. Og hann gav í 2017 út eina stóra, spennandi og djarva bók um stríðið. Bókin er skrivað, so segði onkur, meira við blóðið enn blekki.

Men júst tí eru nuansurnar burtur. Halvorsen verður næstan lýstur sum halgimenni, og stríðið fyri at hann skal halda fram sum lækni samanber Arnstein við stríðið hjá Mahatma Gandhi og Martin Luther King. Hinumegin er arrogansan og frekleikin hjá snøgt sagt øllum myndugleikum óendalig. Ikki minst hjá læknafelagnum, sum letur ”guillotinuna falla”, og setir ein ”darrandi knív millum rivjabeinini á norðoyingum.”

Hóast ógvusligu myndirnar kann mann illa annað enn geva Arnsteini rætt í tí nógva av tí, hann sigur, tá hann kritiserar bæði danskar og føroyskar myndugleikar. Ikki minst tykist revsingin av Fischer Heinesen at vera púra órímilig og órættvís.

Men tað er eitt, sum hann ikki vil viðurkenna, og tað er, at alt rokið snúði seg – ella fór at snúgva seg – um annað og meira enn at fáa ein ávísan lækna settan í starv.

Tað eru onnur enn Arnstein, sum livdu í Klaksvík tá og hava sagt sína søgu. Og tað er nógv sum bendir á, at ein væl kend sosial mekanisma gjørdi seg galdandi hesi árini: Nevniliga at fólk framdu býttar og óndar gerðir undir tí skálkaskjóli, at tey bardust fyri ”rættvísi”.

Fimmarabørn
Eitt var happing av børnum hjá ”fimmarum”. Hetta kom betri fram í nýggju sendingunum enn tað er komið áður. Fleiri av børnunum, sum siga sína søgu, eru kvinnur, sum hava ilt við at halda kenslunum aftur, tá tær skulu fortelja um tað, sum hendi.

Um tað sigur Arnstein í svarinum til mín: ”Tárandi kvinnueygu eru rørandi. Altíð. Tað vita tær við”. Hvat hann vil siga við hesum, kunnu fólk sjálv meta um...

At børn vóru fyri ágangi sigur hann kortini var ”óivað satt og harmiligt; men er einki óvanligt, sum so, tíverri.”

Men tað var ikki bara ”óivað satt”. Tað var satt. Tá fólk mugu flyta undan áganginum, bæði inni í Klaksvík og úr býnum, so er tað satt. Og sanniliga er tann happing ”óvanlig”, sum vit hoyra um í sendingunum. Tíbetur!

Tá bókin hjá Arnsteini kom út greiddi ein kvinna frá, hvussu hennara familja helt seg vera í so stórum vanda, at hon mátti rýma úr húsunum, renna oman gjøgnum tann váta bøin í ein bát og fara úr Klaksvík.

Tá svaraði Arnsteini m.a., at tað var synd at diddan hjá babba bleiv vát um bibburnar...

Tað virkaði sum um, at upplivingin hjá smágentuni ongan týdning hevði afturímóti tí stolta og glæsiliga stríðnum fyri at fáa Halvorsen lækna aftur í starv.

Bumbur
Tað var Arnstein ið vísti Lars Løkke Rasmussen til ein av teimum, sum brustu bumbur í Klaksvík undir stríðnum.

Tað hevur ikki verið nøkur loyna, at Arnstein hevur vitað væl um hesi viðurskifti. Hann lýsir í bók síni hvat hendi, og sigur m.a. soleiðis um ta einu bumbuna – hana, sum skuldi spreingja húsini hjá Hákuni Djurhuus í luftina, men ikki brast: “Hákun Djurhuus gjørdist vituliga skakkur, táið hann finnur eina óbrostna bumbu í kaminuni í heimi sínum á Ziskatrøð. Bumban var ikki gingin av, helst tí at fjúsið var løstað. Merkiligt. Tí maðurin, ið gjørdi allar bumburnar, var ein hegnismaður, men fjúsið er kanska blivið løstað undir flutninginum, ber til at halda.”

Hegnismaður. Hegnis. Maður. Hegnismaður.

Eg undraðist, tá eg las tað, tí gjøgnum alla bókina fáa fólk av at vita fyri bæði eitt og annað. Men tann, ið gjørdi bumburnar, sum skuldu spreingja bæði privatar og almennar bygningar í luftina – hann var altso, í Arnsteinsa optikki, “hegnismaður”.

Arnstein setir einki spurnartekin við, um maðurin nýtti sítt góða hegni og handalag á rættan hátt. Hóast Arnstein veit, at fólk kundu doyð av tí, hann gjørdi.

At løgreglan avhoyrdi nógv fólk í royndini at finna bumbumenninar, heldur Arnstein hinvegin lítið um. Og hann gottar sær tá hann fortelur, hvussu avhoyringin av sær sjálvum fór fram:

“Táið eg bleiv spurdur um mangt á donskum, so svaraði eg aftur á rættiliga rótføroyskum, sum teir ikki tyktust so kønir í. Og tí bleiv ein tolkur boðsendur teimum til hjálpar. Eg segði sjálvandi einki um tað, ið eg visti ella um hvussu leikur fór, og sum hesir báðir donsku kriminalløgreglumenninir høvdu ein neyvan starvsligan áhuga í at fáa at vita um, og tað tyktist at ørkymla teir ikki sørt”.

Við øðrum orðum: Arnstein visti, hvør gjørdi bumburnar. Hann visti eisini, hvør legði tær. Men hann vildi einki siga.

Arnstein greiðir í bókini eisini frá, at beiggi hansara keypti ein revolvara úr Danmark, sum m.a. var útloystur á posthúsinum við Arnsteinsa sparipengum. Tá hann var komin bleiv pípan stytt, tí hann var “heldur langur at hava uppi á sær”. Síðani bleiv nýtt siktið loddað niður á pípuendan.

Revolvarin bleiv sambært Arnsteini bara brúktur til at skjóta til máls við í haganum. Hvat hann var keyptur til, sigur hann einki um. Men pípan varð neyvan stytt fyri at gera hann betri egnaðan til skjóting í haganum...

Í sínum svari til mín leggur Arnstein dent á – við stórum stavum – at “Málið snúði seg – heilt einfalt – um FÓLKAHEILSUNA Í NORÐUROYGGJUM OG Á EYSTURSÍÐUNI AV EYSTUROYNNI”.

Heldur Arnstein veruliga, at tað at leggja bumbur í og við hús – eisini hús, har fólk var inni – gagnaði fólkaheilsuni? Heldur hann, at tað gagnaði málinum um at fáa Halvorsen aftur í starv?

Ella roynir hann kanska bara at rættvísgera tað, sum bleiv gjørt?

Politisk misnýtsla
Eitt er grova happingin. Eitt annað er lívshættisligu bumburnar. Men eitt triðja er tann opportuniska, politiska misnýtslan av rokinum.

Tað er klassiskt, at tá eitt mál elvir til sosialan ófrið, so royna politiskar kreftir at útnytta hetta til egnan fyrimun.

Í bókini við brævaskifti millum William Heinesen, Christian Matras og Karsten Hoydal verður umrøtt hvussu klaksvíksstríðið verður misbrúkt.

Karsten Noydal heldur, at misnøgd við fíggjarliga og politiska valdið í Klaksvík er veruliga orsøkin til ófriðin. Hann skrivar soleiðis:

“Nú er hin sociala kollveltingin vorðin sum ein hjartasláttur í allari fløkjuni. Tey seinastu ringu árini eru atvoldin til hetta. Spell er bert, at í eini kollvelting nýta menn alt, sum fyri hond er, til áburð. Hetta fløkir ofta sáttligar og sámuligar menn upp í leik, áðrenn teir vita av nøkrum. Læknarnir komu at verða fløktir upp í spælið, men tað kundi ivaleyst eins væl havt verið okkurt annað uttan læknaskiftið, sum kom at vera áburður hjá klaksvíkingum, tá ið teir fóru í hernað móti Hákuni Djurhuus og Evaldi Kjølbro...”.

Christian Matras heldur, at Tjóðveldisflokkurin og tess formaður, Erlendur Patursson, misbrúka ónøgdina á populistiskan og ábyrgdarleysan hátt. Hann skrivar soleiðis: “At nýta hatta bæði býtta og skitna klaksvíkarmálið sømir seg ikki einum reinhugaðum loysingarflokki. Slík vápn kunnu Dammurin og hansara flokkur eiga. (...) Satt at siga vænti eg, at ein sambandskur baksláttur verður einasta úrslitið, Erlendur hesa ferð fær burtur úr rumblinum, tó at flokkur hansara helst fær framgongd.”

Við øðrum orðum: Hesir menn vóru ósamdir við Arnstein. Teir hildu, at sera vinstravendar og nationalistiskar kreftir stoyttu bensin á læknastríðið fyri at brúka tað sum politiskt kúbein.

Og eitt er ið hvussu er vist: Tjóðveldisflokkurin fór undir stríðnum úr undir 10% upp í næstan 24% av atkvøðunum. 

Tað er eingin ivi um, at nógv av tí, sum myndugleikar og læknafeløg gjørdu undir klaksvíksstríðnum, var skeivt.

Men tað rættvísgerð ikki tað, sum mong onnur brúktu stríðið til.

Arnstein veit meir um hetta stríðið enn flest onnur, og hevur givið sítt stóra íkast til søguna um tað. Men hann eigur ikki søguna og má góðtaka, at onnur siga, hvat tey upplivdu. Hann má eisini góðtaka, at vit, sum bara lesa og lurta, gera okkum egnar meiningar.

Mín meining er millum annað, at alt, sum bleiv gjørt – til dømis hasar bumburnar – ikki var gagnligt, men skaðiligt og vandamikið. Og eg rokni ikki við, at meirilutin av klaksvíkingum tók undir við tí.

Mann Arnstein ikki innast inni vita tað?

Sjúrður Skaale

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo