40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Leygardagin 6. mars var ToppRoss ungdómshestacup fyri børn og ung hjá Føroyskum Íslandsrossafelagi í Tølthøllini í Havnardali.

Veðrið var gott og fitt av áskoðarum vóru til kappingina hjá Føroyskum Íslandsrossafelagi. Ungdómshestacup er fyri børn og ung til og við 21 ár. Luttøkan var sera góð í kappingunum, sum umfataðu einkult gonguløg, V5 og T7.

Einkult gonguløg
Her skal rossið vísa eitt einkult gongulag – og kappingar vóru í hesum fýra gonguløgunum: Fet, har 19 pør høvdu meldað til. Trav, har 15 pør kappaðust. Tølt, har 9 pør luttóku og at enda lop við 5 luttakandi pørum. Kappast verður eftir cup-skipanini, t.v.s. at tvey pør eru inni í senn – og annað parið kemur so víðari í semifinaluna og at enda eru 5 pør í finaluni.

V5–programm
Í kappingini V5, har 8 pør høvdu meldað til, verður riðið tølt, trav, fet og lop eftir “speakers command”, t.v.s. at frásøgufólkið sigur, hvat skal ríðast og hvussu leingi. Tvey-trý pør eru inni í senn og her verða karakterir givnir. Fimm tey bestu fara víðari í finaluna, har riðið verður um 1. 2. og 3. plássið.

T7–programm
Í T7, sum er eitt tølt-programm, skal rossið fyrst vísa spakuligt tølt og síðani tølt við valfríari ferð. Annars fer kappingini fram á sama hátt sum V5. Her høvdu 11 pør meldað til. 

Serlig heiðursmerki

Trý serlig heiðursmerki vórðu eisini latin til:
– fittasta parið. Her vunnu Brynja Lützen og Urður
– mest lovandi parið, sum gjørdust Bjørk Ládal og Verðandi
– tað parið, sum hevði tikið seg mest fram: Elin Eyðunsdóttir og Ísar

Eisini vóru tvey serlig steyp latin – hetta verður gjørt til hvørja kapping – og hesi vunnu:

Ragnheiður Ólavsdóttir Dam og Hugi vunnu samreiðsteyp

Ása Maria Vágsheyg og Stormur vunnu røktarsteyp

Her eru endaligu úrslitini í kappingini:

Tølt:
1: Elin og Ísar
2: Kristianna og Vaka
3: Ása Maria og Huginn

Trav:
1. Bjørk og Verðandi
2: Elin og Ísar
3: Kristianna og Vaka 

Fet:
1: Boas og Bjørk
2: Elin og Ísar
3: Lý og Díva 

Lop:
1: Ása Maria og Huginn
2: Bjørk og Verðandi
3: Birna og Kiljan 

V5 – Fjórgongd
1: Bertha Maria og Krapi
2: Ragnheiður og Hugi
3: Lív og Hárekur 

T7 – Tølt
1: Ragnheiður og Hugi
2: Bertha Maria og Krapi
3: Lív og Hárekur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo