40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fiskaaling: Marius Falkenstrøm fekk herfyri ein prúðan kúlulaks, tá hann var túr við tráðuni í Trongisvágsósanum. Fiskaaling vil fegin frætta frá øllum laksa- og sílafiskarum ella øðrum, sum hava fingið kúlulaks.

Kúlulaksurin verður kynsbúgvin sum tvey ára gamal, og doyr stutt eftir gýting. Stutta tvey ára lívsringrásin hevur borið við sær, at slagið hevur tveir gýtingarstovnar: ein, ið gýtir líka ár, og ein, ið gýtir ólíka ár. Tað er gýtingarstovnurin, ið gýtir ólíka ár, sum hevur verið at sæð um okkara leiðir síðani 2017.

Nú er aftur ólíka ár, og úr Noregi frættist um methøg tøl av kúlulaksum. Í mai boðaði Havstovan frá, at tey á fyrsta sinni høvdu fingið kúlulaks við havrannsóknarskipinum, og tí varð væntað, at kúlulaksur fór at fáast viđ tráðu í Føroyum í ár.

Tá ið tað í 2017 frættist, at sílaveiðifólk høvdu fingið metnógvar (fimm) kúlulaksar við tráðu í Føroyum, heitti Havbúnaðarfelagið á Fiskaaling um at kanna hetta.

Í 2019 vórðu tilsamans seks kúlulaksar fráboðaðir. Allir vóru kynsbúnir við sili ella rognum, og kynsbýtið var javnt, t.e. tríggir kallfiskar og tríggir kvennfiskar.

Eins og í 2019 var fyrsti kúlulaksurin í ár kallfiskur við sili. Í 2019 varð fyrsti kúlulaksurin fingin 22. juli í ósanum á Kaldbaksfirði, meðan tann fyrsti í ár varð fingin eina viku seinni, ólavsøkudag, í ósanum í Trongisvági.

Tað var 18 ára gamli Marius Falkenstrøm, sum er í Føroyum og vitjar familju, ið var so beinasamur at boða frá og lata kúlulaksin til Fiskaaling. Kúlulaksurin var á 1298 g og 53 cm til longdar.

Fiskaaling vil fegin frætta frá øllum laksa- og sílafiskarum ella øðrum, sum hava fingið kúlulaks. Vitanin verður øll skrásett og viðgjørd, soleiðis at vit við tíðini kunnu fáa størri og betri vitan um kúlulaksastovnin í føroyskum sjóøki. Umframt kúluna, ið siljafiskurin fær í gýtingartíðarskeiðnum, er eitt eyðkenni fyri kúlulaksin, at hann hevur hvítan kjaft við svørtum góma.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo