Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú várið er í ferð við at taka form og eg siti á fjolgu skrivstovu míni og hyggi útyvir havnina og niðan ímóti Knúki, fara tankar mínir til Ársins Ítróttafelag.

Sjálvt um borgarstjórin í niðursetubygdini Skopun neyvan verður mettur sum tann stórsti ítróttamaðurin, rørdi tað mítt hjarta, tá eg sá tí viðurkenning B71 fekk: Ársins Ítróttafelagsskapur í Føroyum 2023!

Eitt ítróttafelag ger eitt stórt arbeiði, tað veit eg sum pápi, nú abbi og langabbi.

Takk fyri tykkara stóra ólønta innsats!

Oftani hava vit menniskju tann trupulleika, ikki at leggja merki til tað stóra ólønta arbeiði, sum verður gjørt.

Tit eru við til, at halda okkara vakra ungómi burtur frá allari tí óhumsku, sum flóðar inn yvir okkara vakra land.

Hjartaliga tillukku til B71, Karl Vidtfeldt og allar hinar kempurnar. Latið okkum øll stuðla slíkum.

Gerhard Lognberg
Borgarstjóri
Skopunar Kommuna

Sí myndir her

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo