40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Ársins leiðari er tignarligasti heiðurin, ein leiðari í Føroyum kann fáa. Júst hvør fer avstað við heiðrinum í 2021 verður avdúkað kl. 16.45 á leiðaradegnum, sum verður fríggjadagin 21. mai 2021 á Hotel Føroyum. Synergi skipar fyri leiðaradegnum.

Dómsnevndin, sum tekur endaliga avgerð um, hvørji gerast Ársins leiðarar 2021, hevur nú funnið fram til 3 sterkir topp-kandidatar. Í dómsnevndini 2021 sita Søren Bruhn, stjóri, Suðuroyar Sparikassi, Marjun Eystberg, stjóri, Input og Halldis Joensen, verkætlanarleiðari, Demensætlan fyri Føroyar.

TOPP 3 í stavrað:

Topp 3 kandidatar innan tað almenna
Farsóttarnevndin
Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri
Pál Weihe, leiðari, deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu

Topp 3 kandidatar innan tað privata
Fróði Clementsen, stjóri, Teldutænastan
Marita Rasmussen, stjóri, Vinnuhúsið
Martin Restorff, stjóri, Hotel Hilton Garden Inn

Fríggjadagin 21. mai kl. 16.45 verður avdúka, hvør fer við heiðrinum
Stóra leiðsluráðstevnan, har leiðarar ur øllum landinum hittast, verður á Hotel Føroyum fríggjadagin 21. mai kl. 13 - 17.

Røðarir á degnum:

Jan Gintberg | Hvussu heldur tú motivatiónini uppi, tá alt ikki er bara-bara.

Anders Stahlschmidt | Feedback: Kansta títt besta leiðsluamboð
Alexandra á Dul | Stimbra eldhugan í broytta gerandisdegnum
Jógvan Fríðriksson | Úr skjáttuni hjá Ársins almenna leiðara 2020
Martin Restorff | Maðurin sum fekk føroyingar at valfarta á hotel, bert fáar metrar frá heiminum

Áhugin fyri degnum er metstórur, plássini fækkast, tó ber enn til at tekna seg.

Les alt um Leiðaradagin 2021 HER!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo