Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Synergi: Fríggjadagin 26. januar vórðu Ársins Leiðarar 2024 kosnir á Hotel Føroyum. Hetta er 20unda árið á rað, at Ársins Leiðarar verða kosnir í Føroyum. Synergi skipar fyri Leiðaradegnum.

Ársins Leiðari er tignarligasti heiðurin, ið verður latin føroyskum leiðarum. Øll kunnu tilnevna kandidatar til heiðurin, ein dómsnevnd tekur endaligu avgerðina.

Dómsnevndin, sum velur Ársins leiðarar
Í dómsnevndini fyri 2024 sita Johnny í Grótinum, Hedvig Johansdóttir og Ingibjørg Berg

Soleiðis segði dómsnevndin tá Ársins leiðarar 2024 vórðu avdúkaðir:

Ársins leiðari innanfyri tað privata 2024 er: Ingunn Eiriksdóttir, Betri Trygging
Í grundgevingini segði dómsnevndin: Ingunn er ein sterkur og dugnaligur leiðari, sum síðani hon tók við stjórastarvinum í desember 2017 hevur ment Betri Trygging munandi. Hóast fyritøkan er gomul og siðbundin, er hon undir leiðslu av Ingunn eisini vorðin modernað og framfýsin. Nýhugsni hevur hon víst við menning av nýggjum tænastum, sum gagnnýta talgildingina og onnur rák í samtíðini á ein framsøknan hátt.

Tíðarhóskandi starvsfólkaleiðslu vísir Ingunn í verki við at inndraga starvsfólkahópin í strategimenning og menning av nýggjum tænastum. Starvsfólkanøgdsemið er støðugt økt, síðani Ingunn tók við - og sama er kundanøgdsemið.

Umframt at vera vird í almenna rúminum, vísir hon eisini starvsfólkunum virðing. Eitt nú við fakligari menning og sosialum tiltøkum. Ingunn leggur stóran dent á virði sum javnstøðu og fjølbroytni í starvsfólkahópinum, bæði tá ið umræður kyn, aldur, útbúgving, royndir og typur. Tað skapir eisini støðugleika í organisatiónini.
Involvering eyðkennir hennara leiðslu. At hon saman við starvsfólkunum finnur nýggjar leiðir og loysnir, og at hon virðir fakligheit og vitan hjá starvsfólkinum – og altíð lurtar eftir argumentum. Hon er sera sosialt tilvitað, og sum arbeiðspláss er Betri Trygging merkt av einum positivum og jaligum anda, sum Ingunn eisini sjálv umboðar.

Samstundis, sum hon er ein lurtandi og starvsfólkavinarligur leiðari, er hon ein sterkur og dugnaligur leiðari, sum hevur torað at hugt at veikleikum í felagnum og styrkt teir - fyri at venda gongdini. Úrslitini farnu árini prógva sera góða fíggjarliga stýring, samstundis, sum tryggingar og tænastur støðugt eru mentar.

Tilnevndur í Topp 3 privat: John Eli Olsen, El-Service á Skála
John Eli byrjaði fyritøkuna í 1988, har hann í fleiri umførum hevur sýnt strategiskt framsókni í verki. Hann gearaði fyritøkuna til at vera ein kappingarførur veitari til oljuleitingarvinnuna, tá hon tók seg upp í Føroyum um aldarskifti.

Uttanfyri landoddarnar hevur hann eisini prógva, at El-Service á Skála kann vera við í at veita el-installatióinir til skipavinnuna.

Seinni árini hevur hann verið ein týðandi veitari av skipanum og tænastum til Eysturoyar og Sandoyar tunnilin við elog ljósinstallatiónum. Eitt megnaravrik í altjóða kapping, sum eisini hevur givið honum virðing millum manna.

Sum stjóri gongur John Eli undan og gevur starvsfólkunum íblástur til at loysa sera torførar uppgávur í mun til støddina av fyritøkuni. Starvsfólkini fáa tí dirvi og evnir at eydnast við uppgávunum aftur og aftur. Umframt
dugnaskap er hann eisini ein avhildin leiðari, sum hevur gott samband við starvsfólkahópin.

Tilnevndur í Topp 3 privat: Ósbjørn Jacobsen, Henning Larsen North Atlantic
Fyri 15 árum síðani stóð hann sum høvuðsarkitektur handan stásiligu Harpuna í Reykjavík í Íslandi, har hann eisini leiddi sjálva byggitilgongdina. Síðani hevur hann búsett seg í Syðrugøtu, har hann í lítlu bygdini hevur skapt eina sunna og vælrikna teknistovu á altjóða støði. Eitt avrik í sjálvum sær, sum eisini vísir nýhugsan í at gagnnýta og tiltrekkja góðu talentini í Føroyum. Úrslitini síggjast eisini aftur í føroyska landslagnum, har Ósbjørn eitt nú hevur teknað nýggja miðbýin í Klaksvík.

Ósbjørn er tilnevndur, tí hann hevur eina góða samanrenning av ymiskum persónligum dygdum. Við íbornu drívmegini hevur ÓJ klára at sett saman eitt vælspælandi lið av høgt útbúnum einstaklingum – bæði føroyingum og útlendingum. Hann hevur í gerandisdegnum megna at stjórna liðnum ígjøgnum kompleksar og krevjandi uppgávur á ein tryggan og sannførandi hátt. Fleiri uppgávur, ið teknistovan hevur staðið fyri, hava enntá verið so framsýntar og væl frágingnar, at tær røkka útum landoddarnar, har tær eisini hava vakt stóran ans.

Umframt at vera ein dugnaligur og royndur arkitektur hevur Ósbjørn ein íbornan forvitnisskap og óvanliga góð innlivilsisevnir, sum skapir eitt kveikjandi arbeiðsumhvørvið fyri starvsfelagarnar á teknistovuni. Við sínum lítilatni og tolni skapir hann eisini støðugleika kring seg, har fólk uppliva tað lætt at tosa við hann og fáa vegleiðing.

Ársins leiðari innanfyri tað almenna 2024 er: Hákun Djurhuus, SEV
Hákun hevur stjórnað Sev síðstu 16 árini, sum hevur verið ein rembingartíð fyri almenna elframleiðaran, har grøna orkuskiftið hevur flutt seg longur og longur upp á dagsskránna. Fíggjarligu úrslitini hava verið støðug og góð, men tað krevst eisini fyri at megna milliarda íløgurnar, ið skulu gerast fyri at elektrifisera føroyska samfelagið næstu áratíggjuni.

Sum interkommunalt felag virkar Sev støðugt í samspælinum millum marknað og myndugleikar, har Hákun er serliga sterkur á uttanhýsis handfaringini av politisku skipanini, sum tryggjar røttu karmarnar fyri støðuga menning av virkseminum. Samstundis dugir hann væl at útdelegera og vísa álit innanhýsis, har tað sum oftast eru onnur fakfólk, sum eisini upptraðka í almenna rúminum innan ymsu fakøkini.

Við sínum hóvliga lyndi skapar Hákun sum stjóri eisini støðugleika í organisatiónini, hóast kravdu íløgurnar og stóru umleggingarnar krevja nógv av felagnum. Starvsfólkarøkt og førleikamenning er eisini høgt á dagsskránni í eini tíð við harðari kapping um góðu talentini. Í almenna rúminum setur Hákun javnan orð á tí langtsiktaðu málini og visjónina fyri grøna orkuskiftið, har hansara organisatión hevur ein lyklaleiklut at spæla.

Higartil hevur Hákun sýnt strategiskt framsøkni við at skaffa Sev ein týðandi leiklut í grøna orkuskiftinum við
vindmyllulund og ætlaðu vatnpumpuskipanini. Komandi 10 árini koma at vísa um samfelagið og Sev hava verið nóg framsøkin, soleiðis at Føroyar eru blivnar grønar á landi.

Tilnevnd í Topp 3: Jóngerð Guttesen, Roðin
Jóngerð hevur síðani á sumri 2017 stjórna Roðanum, sum er heiti fyri eldrasamstarvið millum Runavíkar, Sjóvar og Nes kommunur. Her stjórnar hon áleið 300 starvsfólkum, sum veita týðandi umsorganartænastur í geiranum við vaksandi tørvi. Tað ger hon á ein álitisvekjandi hátt umvegis deildarleiðarar, sum hon stuðlar til, at Roðin støðugt mennir tilboð og tænastur til borgarar og teirra familjur.

Sum leiðari er Jóngerð skilagóð, fevnandi og empatisk. Tað gevur tryggleika hjá starvsfólkunum, sum uppliva eina tíðarhóskandi starvsfólkaleiðslu. Hon gongur høgt uppí, at borgarar og teirra familjur í Roðanum, fáa eina dygdargóða tænastu. Roðin var ein av fyrstu eldrasamtøkunum at seta dygdarmennarar í starv, og sum
sjúkrarøktarfrøðingur leggur Jóngerð dent á, at dygdin altíð er í hásæti. Hjá starvsfókunum kennist tað meiningsfult at starvast undir slíkari leiðslu.

Tilnevndur í Topp 3: Regin Marnersson, Skúlin á Fløtum:
Regin hevur stjórna Skúlanum á Fløtum, Føroya størsta kommunala skúla, síðani 2017. 850 næmingar blíva undirvístir av áleið 150 starvsfólkum í nýbygda skúlabygninginum, sum bleiv tikin í nýtslu á heysti 2020.

Skúlin á Fløtum er ein samanrenning av Venjingarskúlanum og Kommunuskúlanum, har Regin við stórum hegni hevur megna at samansjóða mentanirnar úr skúlunum báðum. Nú eru tey ein hópur við felags málum og virðum. Regin er visionerur – og ítøkiliga uppfylgjandi í gerandisdegnum at røkka visjónunum.

Nýhugsandi við eitt nú at seta í verk náttúrubreyt (lívfrøði + alisfrøði), almannabreyt og ítróttarbreytir, har fótbóltsflokkur var áðrenn, men Regin hevur stovnað hondbóltsflokk. Vísir lærarunum álit, soleiðis at tey kunnu vera meira enn tað vanliga.

Eisini er hann ein nærverandi leiðari. Bæði í mun ítøkiligu uppgávurnar, har hann er skjótur at taka eina hond við í skúlastovuni, um tørvur er á tí. Og eisini í mun til relatiónir til einstaka starvsfólki, har hann dugir væl við fólki og skjótt eygleiðir, um okkurt starvsfólk ikki trívist og hevur tørv á stuðli. Tað skapir støðugleika í einum mangan rokutum gerandisdegi.

Regin hevur ein demokratiskan leiðslustíl við opinleika, har starvsfólkini enntá atkvøða um onkur mál. Men samstundis er hann eisini djarvur at taka avgerðir, tá tørvur er á tí. Eisini hóast tað kann elva til mótstøðu.

Sannførandi í sínum samskifti, bæði innanhýsis og í almenna rúminum. Torir og dugir at verja skúlans virksemi, eisini tá hann annars kundi koyrt skyldina longur upp í skipanina. At vera ein populerur skúli hevur eisini nakrar avbjóðingar við sær, tí pláss er ikki fyri øllum næmingum, ið ynskja at ganga har.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo