Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Gøtu Kirkju Ungdómskór: Sunnukvøldið 2. Juli, kl. 19.30 hevur Gøtu Kirkju Ungdómskór sína árligu summarkonsert í Gøtu kirkju.

Skráin í ár er sera fjølbroytt og krevjandi, men vit halda eisini at hon er sera áhugaverd. Sum nógv kanska hava fingið við, skal kórið seinni í Juli mnð., sum fyrsta føroyska kórið, luttaka í meistarabólkinum á OL fyri kór í Suður Korea - nevnt WCG 2023 (World Choir Games 2023). Til summarkonsertina koma vit tí at framføra tað, sum vit taka við okkum til Suður Korea.

Tað hevði glett okkum at sæð nógv fólk til hesar konsertir, so set kross í kalendaran.

PS: Kirkjukonsertir eru sum altíð ókeypis, men høvi verður til at lata eina gávu til virksemið hjá kórinum, nú vit ferðast bæði langt og dýrt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo