40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Øll høllin var fullsett av fólki, sum við livandi áhuga lýddu á. Men ein sá hvørki KvF ella tingfólk á fundinum. Bæði etablissimentini áttu at lagt oyra til hesa løtu. Tað høvdu tey trongt til.

Hesi, við løgmanni á odda, sum høvdu alt annað at takast við. Tí tingið skuldi heim í 3 mána, væl lønta feriu. Jú, heim á krossmessu. Sum tjaldrið, tí at reiðrið var fult.

So móð og troytt av at hoyra hini - og seg sjálvan, har ið ein so vist veit frammanundan, hvat ið sagt verður. Uttan undantak.

Ein útlúgvað samgonga. Ørmaktað av at verða stýrd við ár. Av búrbrótarum. Sum eitt nú frú Jógvansdóttir. Ikki tí, býtt er hon ikki! Hvussu hon annars er skrúva saman. Sama ger. Hon hevur dugað á tingi -.

Men, vónandi brestur okkurt fyri nev. Hóast mangt ikki kom við, og tí fór fyri bakka.

Í Løkshøll
Allar hinar talurnar hesa løtu hildu væl mát; men skiparin, Tummas Justinussen, skaraði  framúr. Hann helt eina perfekta og inspirerandi talu. (Les: inspireratión, ikki tað brutala orðafarið: íblástur).

So lætt og livandi. Álvari við skemtiligari afturundirgerð. Tað raplaði bara. Við skili og so týðuligt. Brúkti uppvarp við hógvi. Hevði onkran lepa í hondini. Sum hann nóg illa skeitti í. Tí, tað var óneyðugt. Hann maktaði evnið. Til fulnar.

Evnið
Um hvussu teirra leikur er farin og fer. Úr skúla. Til skips. Og nú 5 dynosura stór oljuveitingarskip. Kreppur. Hart arbeiði og tíðartøku (timing). Um tíðarinnar skúlaskap. Fiski- og farmarakstur. “Norrønu” við avlopi. Hotel Hafnia o. o. átøk. Nýhugsan og patentir.

Og endurreisn av “Katrinu Christiansen”, har ið William Heinesen búði síni fyrstu ár, og sáttligi skilamaðurin, Haldur Christiansen, handlaði yvir eina hálva øld.

Stutt sagt, ein frægdar løta – av teim heilt serstøku! – Ja, sjálvur, Eirikur, farbróðurin, hevði ikki klára tað betri(!).

Ein umbering
Men, hoyr meg, Tummas. Ber yvir við hesum hissini skeyta, ið, við blíðum heilsum, her er dottin úr huganum av einum til aldurs komnum garpi...

Tí, nú fara teir at herja á teg um, at lata teg stilla upp og at tala í hvørjari vøsu; men, sum tað stendur í bókini við svartari permu, sum tey gomlu kenna – bæði til skemt og álvara: “ Táið syndarar lokka teg, sig tá nei!”.

Arnstein Niclasen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo