Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Seinast eitt aðalorðaskifti var um fólkaskúlan var 15. november í 2018, og tað var Rigmor Dam, landsstýriskvinna, sum legði álit fram til aðalorðaskiftis. Tá vóru eini 10 ár liðin síðani seinasta aðalorðaskifti um fólkakskúlan. Álitið frá 2018 kann lesast her: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=9236

Samgongan, sum sat frá 2015-2019 gjørdi fleiri átøk á skúlaøkinum, og tey vóru øll viðgjørd tvørpolitiskt – umboð frá øllum sjey flokkunum í løgtinginum vóru boðin at luttaka, og tað var sera gott.

Orsøkin til, at eg taki hetta fram nú, eru útsagnir, sum leggja upp til, at eingin visti nakað, tá skúladagatalið varð stytt við 5 døgum frá 198 døgum niðuri 193 dagar. Álitið og framløguskrivið, sum vóru til orðaksiftis í løgtinginum í november í 2018, nevna fleiri ferðir hetta málið sum part av tvørpolitiska arbeiðinum og ætlanunum.

Eg tók við sum landsstýriskvinna í februar í 2019 og arbeiddi víðari við øllum tí, sum hevði verið partur av tvørpolitisku viðgerðini.

Nakað av ákoyringum kom um, at partar ikki høvdu verið við í arbeiðinum fram ímóti álitinum, men eg haldi meg vita, at fundir høvdu verið við allar partar um ymsar ætlaðar broytingar, árini Rigmor Dam sat í landsstýrinum.

Undir øllum umstøðum, so sendi eg pørtum, sum varða av skúlanum, fundarboð og fingu vit fleiri góðar samrøður um broytingarnar, áðrenn eg legði lógaruppskotið um broytingar í fólkaskúlalógini fyri tingið, og áðrenn eg sendi rundskriv út um broytta skúladagatalið (frítíð og frídagar). Undir hesum seinast nevnda liggur ein greið avtala við Føroya Lærarafelag, sum varð gjørd um sama mundið eftir hildnar fundir um málið.

Hesa avtalu hevur formaðurin í Lærarafelagnum víst til í miðlunum, at hon eigur ikki at verða brotin, nú sitandi landsstýrismaður boðar frá ætlaðum broytingum í skúlafrítíðum.

Funnist verður at, at lærarar hava fingið meira frítíð síðani tá, men tað er ikki rætt. Lærarar og skúlaleiðslur hava fingið 5 dagar til felags fyrireiking av skúlaárinum og til eftirmeting, samanumtøku o.a., og ásett er, nær dagarnir skulu liggja: í juni eftir at næmingar hava fingið summarfrí og í august, áðrenn teir koma aftur úr summarfrí.

Tá fólk viðgera hetta mál, verður mangt blandað saman, og tað hevur týdning enn einaferð at siga, at skúli er ikki ein ansingarskipan, hóast yngru næmingarnir sjálvandi í størri mun skulu ansast, meðan teir ganga í skúla. Tá vit viðgera skúlaarbeiði, fyrireiking, arbeiðsumstøður hjá lærarum, læring og hvussu stutt ella long ymsu skúlaskeiðini millum frítíðir eiga at vera, tá skulu vit ikki viðgera, hvussu famljur skulu fáa ansing til síni børn, tá skúlagongd barnanna er endað. Tað er eitt mál fyri seg, sum samfelagið kann loysa á nógvan ymsan hátt.

Tá sagt verður, at einasta grundgeving fyri at leingja summarfrítíð skúlabarna var, at lærarar skuldu fáa fyrireikingartíð, so er hetta ikki rætt. Ein grundgeving var, at føroyska skúlaárið var tað longsta um okkara leiðir, og at summarið er ljósa tíðin, har okkara samfelag eigur at lata børnini fáa frí áðrenn longsta dag og fáa lutfalsliga nógva frítíð um summarið, so tey kunnu njóta lívfrøðiliga og landafrøðiliga hæddarpunktið í okkara oyggjum;  í einum landi, har myrkur og mangan ringt veður mynda vetrarhálvuna.

Saman við hvørjum skulu børnini njóta summarið, nú foreldur hava færri feriuvikur enn børnini (tað høvdu tey eisini framman undan broytingini í 2019)? Her er tað, at støðan hevur læst seg fasta, tí hví er einki gjørt síðani fyri at fáa frítíðarfelagsskapir og aðrar áhugabólkar at leggja part av sínum virksemi hesar ‘nýggju 5 dagarnar’? Er eingin vilji til tess?

Gjøgnum skúlaárið er ofta eftirspurningur eftir at sleppa inn á skúlarnar at fáa børn og ung á tal og at geva teimum venjing og førleikar innan alskyns øki. Tað kann vera í tónleiki, sjónleiki, ítrótti, myndlist, náttúruupplivingum, leguvirksemi og eyka førleikamenning. Eg meti, tað var eitt gylt høvi at taka tráðin, sum mong eftirlýsa: barna- og ungdómspolitikk við trivnaði fyri eyga, upp í hesum máli og eggja til sjálvboðin summarskeið fyri børnini eftir áhuga. Og her kunnu fleiri stuðulsskipanir spæla við, so at ítøkilig úrslit koma burturúr: handverk, list, arbeiði við djórum og náttúru sum heild, ítróttarførleikar, serstakir yrkisførleikar og meira. Á henda hátt kundu vit fingið nógv av tí fram í ljósið, sum teir nógvu og longu skúladagarnir møguliga forða børnum og ungum at nýta tíð til.

Nú landsstýrismaðurin arbeiðir við at samskipa barnaøkið, so haldi eg, at hetta er ein uppløgd vika (teir 5 dagarnir um summarið) at gera eina royndarverkætlan. Heldur enn at leggja eina av summarvikum barnanna mitt inn í myrka februar, tá fleiri fara at sita meira einsamøll, enn tey gera um summarið í dag; og tá veðrið, myrkrið og árstíðin á ongan hátt leggja upp til somu møguleikar fyri virksemi, sum tá frítíðin og valmøguleikar byrja seinast longsta dag.

Hetta skal vera mítt tilmæli til okkara háttvirda landsstýrismann á útbúgvingarøkinum. Hann eigur at taka sær stundir til at samskifta við Lærarafelagið og lata skipanina við arbeiðsdøgum læraranna í juni og august at halda fram og menna allar teir givnu møguleikarnar, hesir geva. Tí samgonguskjalið sigur, at: “Saman við avvarðandi pørtum skulu vit endurskoða...skúlafrítíðina...". At endurskoða merkir ikki at broyta, tí niðurstøðan av eini endurskoðan, sum er verulig, kann saktans vera, at tað, sum vit hava, er gott, og at okkum tørvar av fevna tað og menna tað meira. Og hann eigur á ongan hátt at seta føroysk skúlabørn í skúla aftur longsta dag og dagarnar eftir tað.

Vóru hesir 5 dagarnir truplir um summarið, so verða teir truplari í februar – ikki minst tí, at fá onnur fara at kunna fara burtur frá arbeiði tá (her er stórur munur millum summar og februar), og samfelag okkara er als ikki klárt til eina so knappliga broyting mitt í skúlaárinum, mitt í várundirvísingini, ofta rakandi endan av dansitíðini og føstulávint, sum skúlarnir eiga sín sterka lut í, og mitt í tí skúlaárinum, tá avtalan við Føroya Lærarafelag frá 2019 enn hevur virknað og eftir at fólkaskúlar, miðnámsskúlar og hægri skúlar longu hava gjørt ársætlan fyri skúlaárið 23/24, eftir rundskrivinum, sum kom frá landsstýrinum seinasta heyst.

Hanna Jensen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo