Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Farna hálvtannað árið er allur heimurin kollveltur av framferðini hjá Putin, russum og teirra fylgisneytum.

Eirindaleysa framferðin, dráp, neyðtøkur, stuldur og krígsbrotsgerðir hava skelkað øll, sum hava virðing fyri og seta sítt álit á fólkaræði.

Tí er tað sera umráðandi og skilagott at vit bekenna kulør, at vit vátta at vera partur av heiminum, har fólkaræði, mannarættindi, rættartrygd og skrivi- og talufrælsi er bulurin undir samfelagnum.

Tí eiga vit sjálvsagt at bjóða NATO vælkomið í okkara sjóøki/umveldi.

NATO bleiv júst stovnað at verja okkara grundvirði móti hóttanunum og ræðuleikunum, sum eru í kjalarvørrinum hjá autokratium, despotum, kommunismu og diktaturum.

Óhugnaligu stýrisveldini fara ongantíð at vísa nakra náði móti okkum, skuldi tað ringasta hent.

At billa fólki inn, at vit eru fyri hóttanum, tí vit vísa amerikanskum kavbátum rúmd og tænastur í okkara firðum, er ikki annað enn bláoygni, ella tað sum verri er - at svíkja tey grundvirði, sum fræls menniskju byggja sína tilveru á.

Bjarni Djurholm

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo