Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroyska landsliðið hevur brúk fyri øllum stuðli til landsdystin móti Luksemborg - Mynd: Bjarni Enghamar

Føroyska landsliðið hevur brúk fyri øllum stuðli til landsdystin móti Luksemborg - Mynd: Bjarni Enghamar

Føroyska landsliðið hevur brúk fyri øllum stuðli til landsdystin móti Luksemborg - Mynd: Bjarni Enghamar

FSF: Í kvøld klokkan 19:45 tekur føroyska A-landsliðið við monnum ímóti Luksemborg. Talan er um annað umfar í UEFA Nations League 2022/2023.

Til dystin skipar Skansin fyri upphiting á parkeringsøkinum frammanfyri FSF-húsið við suðurendan á Tórsvølli. Á skránni er tónleikur, andlitsmáling og søla av fjepparalutum. Eisini verður møguleiki at ogna sær nýggja landsliðsbúnan frá ERREA, sum fæst til keyps í Landsliðsbúðini.

Og fyri at gera tað so smidligt sum yvirhøvur tilber við komu á Tórsvøll, ynskir FSF, at áskoðarar kunnu seg um, hvør inngongd skal brúkast.

Yvirlit
Bólkur 101-104 Inngongd B (á Eystursíðuni)
Bólkur 105-108 Inngongd C (á Eystursíðuni)
Bólkur 109-113 Inngongd F (við Suðurendan við No12)
Bólkur 209-213 Inngongd F
Bólkur 114-121 Inngongd F

Fjølmiðlar brúka inngongd I / Media, meðan Tórsgestir, FSF-gestir og gestir í skyboksunum nýta inngongd J, sum er á vestursíðuni.

Á middegi í dag vóru umleið 2.700 atgongumerki seld. Eingin søla av atgongumerkjum verður við dyrnar, men fram til dystarbyrjan verður selt í Nethandilunum á heimasíðuni hjá FSF.

Luksemborgarar koma til Føroya við góðum sjálvsáliti, eftir at teir leygardagin vunnu 2-0 á útivølli móti Litava. Men tað er einki at ivast í, at føroyska liðið fer at geva teimum ein skarpan gang, og í teimum trimum altjóða skrásettu landsdystunum, sum Føroyar og Luksemborg hava spælt higartil, hava Føroyar vunnið tveir, og ein er endaður við javnleiki.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo