Maðurin stýrir verðini. Konan stýrir manninum
- Spanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Myndatekstur: Atlantic Airways hevur fingið limaskap í altjóða vinnufelagsskapinum fyri flogfeløg, IATA. Fv. Marius Davidsen, fíggjarstjóri, Jóhanna á Bergi, stjóri, Ioannis Mavroeidis og Ksenia Zissow frá IATA. Mynd: Pætur Rasmussen

Atlantic Airways hevur júst fingið limaskap í IATA (the International Air Transport Association).

IATA er ein vinnufelagsskapur fyri flogfeløg, og í løtuni eru uml. 290 flogfeløg umboðandi 117 lond limir í felagsskapinum.

T.e. uml. 82% av allari flogvinnu í heiminum.Høvuðsendamálið hjá IATA er at verða fremst í virðisskapanini av trygd og burðardyggari flogvinnu.

IATA umboðar, ráðgevur og stendur fyri leiðbeiningum og standardum til vinnuna.

Atlantic Airways fegnast um limaskapin, tí við limaskapinum fær felagið atgongd til eitt altjóða netverk, sum gevur nýggjar møguleikar fyri at samstarva við onnur flogfeløg, soleiðis at Atlantic Airways røkkur enn longur út í heim.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo