Um tú ert ein av teimum sum heldur, at pengar ikki eru eydnan, so kann eg vissa teg um, at tær hevði dámað fátækradømi enn minni
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

VP skrivaði fyrrapartin um eitt mál, har kundi ikki hevði fingið endurgjald fyri avlýsta flogferð.  (greinin sæst niðanfyri)

VP sendi greinina til Atlantic Airways til tess at fáa eina viðmerking, og nú hevur Atlantic Airways longu svarað.

- Sum flestum kunnugt er flogvinnan ógvuligt hart rakt av Covid-19 farsóttini við stórari afturgongd í ferðafólkatølum, nógvum ferðaseðlabroytingum og avlýsingum av ferðaseðlum.

- Neyðugt varð hjá Atlantic Airways at broyta umleið 2.000 fráferðir í fjør og 700 fráferðir higartil í ár. Samstundis eru tíggjutúsundtals ferðaseðlar broyttir til tilgóðarseðlar ella endurrindaðir.

- Meðan fleiri flogfeløg fyrr í ár vóru meldað til løgregluna, fyri ikki at virða boð um endurrindan av ferðaseðlum, var Atlantic Airways ikki í millum hesi flogfeløg.

- Vanliga verða ferðaseðlar avroknaðir og endurrindaðir í ferðaseðlaskipanini BSP hjá altjóða flogfelagsskapinum IATA. Atlantic Airways hevur avgreitt allar umbønir í skipanini, um endurrindan.

- Vanliga úttala vit okkum ikki um samskifti okkara við einstaka ferðafólkið. Men av tí at málið verður lagt fram í fjølmiðlunum á hendan hátt, gera vit eitt undantak.

- Tað harmar okkum almikið, at tann ferðandi í hesum máli, tit vísa til, ikki hevur fingið flogferðaseðilin endurrindaðan.

- Ferðaseðlarnir eru keyptir frá útlendskari ferðaskrivstovu, ið hevur fingið alla upphæddina útgoldna frá Atlantic Airways hin 14. oktober 2020.

- Tíverri sær út til, at ferðaskrivstovan ikki enn hevur endurrindað sínum viðskiftafólki fyri ferðaseðilin, ið annars er vanlig mannagongd í flogvinnuni.

- Atlantic Airways hevur verið í samskifti við Trafikstyrelsen um hetta mál og fer at tryggja sær, at viðskiftafólkið fær ferðaseðilin endurrindaðan, sigur Atlantic Airways í svarinum.

Les eisini:

Atlantic Airways fylgir ikki úrskurði hjá Trafik- og Bygningsstyrelsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo