Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Stórur áhugi millum fjølmiðlar á tíðindafundi hjá Atlantic Airways í morgun.

Stórur áhugi millum fjølmiðlar á tíðindafundi hjá Atlantic Airways í morgun.

699 kr verður bíligasti ferðaseðilin hjá Atlantic Airways, og hann kann keypast frá 1. mars.

Tað er høvuðssøgan á tíðindafundi, sum Atlantic Airways hevur í morgun.

699 kr er 100 kr minni enn tað sum í dag er bíligast.

Umframt á Danmarkarrutuni kann bíligast ferðaseðilin eisini keypast á norðurrutunum, sum er Reykjavík, Bergen og Edinburgh.

45.000 ferðaseðlar verða seldir fyri tann prísin, á Danmarkarrutuni, ella 25 setur á hvørjari fráferð.

Á Norðurrutuni verða 10.000 bíligari setur.

Bókast skal minst 60 dagar áðrenn fráferð.

Prísbroytingar verða eisini gjørdir á dýraru ferðaseðlunum, eisini teir prísirnir verða lækkaðir nakað.

Átakið byrjar longu 1. mars, men flúgvast kann ikki fyrr enn 1. september fyri bíligasta prísin.

Príslækkingin kostar felagnum 17 mió kr, og kostnaðurin verður fíggjaður við at ókeypis maturin verður søga, men enn ber til at fáa ein kopp av kaffi, djús ella líknandi. Lækkandi oljuprísir og ein ætlaður vøkstur í ferðafólkatalinum verður eisini við til at fíggja lækkingina av ferðaseðlaprísunum hjá Atlantsflogi, segði Jóhanna á Bergi, stjóri, á tíðindafundinum í morgun.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo