40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Atlantic Airways hevur í nøkur ár stuðlað landsliðsarbeiðinum hjá Flogbóltsambandinum og hetta heldur nú áfram. Árni Olsen, sølu- og marknaðarleiðari á Atlantic Airways og Peter Holm, formaður í FBF undirkrivaðu í dag eina avtalu um, at samstarvið heldur áfram.

Flogbóltsamband Føroya hevur lagt ambitiøsar ætlanir fyri landsliðini og fara A- og U-landsliðini frá 2022 at luttaka í teimum stóru CEV EuroVolley kvalifikatiónskappinunum umframt norðuratlantisku NEVZA kappinginum.

CEV kappingarnar eru eitt munandi stig uppeftir fyri flogbóltin í Føroyum, og tí eru vit í FBF sera glað um hetta samstarvið, tí tað er ein fortreyt fyri, at ambitiøsu ætlanirnar fara at bera á mál, sigur Peter Holm, formaður í FBF.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo