Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Av álvarsomu støðuni við Covid-19 er avgjørt at avlýsa Atlantic Airways Tórshavn Marathon 2020, sum skuldi verða 7. juni.

Hetta hevur verið ein torfør avgerð, sum er sera skuffandi fyri øll tey mongu, sum ætlaðu at taka lut í ársins rennitiltaki í Havn.

Men sum støðan er í løtuni – í Føroyum og restini av heiminum – er ikki møguligt at halda tiltakið, soleiðis sum fyriskipararnir høvdu ynskt, og tað eru tey sjálvandi sera hørm um.

Atlantic Airways Tórshavn Marathon er Føroya størsta rennitiltak og einasta marathon í Føroyum. Tiltakið er vaksið og ment seinastu árini og higartil í ár høvdu rennarar úr 32 ymiskum longur meldað til. Atlantic Airways Tórshavn Marathon er ikki bara fyri marathon-rennarar, men eisini fyri tey, sum heldur vilja renna styttri teinar. Møguleiki var eisini at renna 5km, 10km og ½ marathon, og nógv høvdu eisini meldað til hesar styttru teinarnar. .

Ítróttafelagið Bragdið, sum saman við Tórshavnar Kommunu, stendur aftanfyri stóra tiltakið, hevur longt samstarvsavtaluna við Atlantic Airways, sum so eisini er høvuðsstuðul til Atlantic Airways Tórshavn Marathon 2021, sum verður 6. juni.

Øll, sum høvdu meldað til, fáa møguleika at flyta sína tilmelding til Atlantic Airways Tórshavn Marathon 2021. Møguleiki verður eisini at fáa luttakaragjaldið endurgoldið.

 

Ítróttafelagið Bragdið

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo