40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Nú eru átta persónar ákærdir fyri óviljað manndráp í sambandi við deyða Diego Maradona.

Tað skrivar tíðindastovan AFP og vísir til avgerð hjá dómstóli, sum gjørdist almenn í dag.

Diego Maradona doyði av hjartasteðgi í november 2020. Áðrenn hann doyði var hann við at koma fyri seg aftur eftir eina skurðviðgerð í heilanum eftir blóðtøpp.

Skuldsettu persónarnir noktaðu sambært ákæruni at veita Maradona lívsneyðuga hjálp, skrivar danska TV 2.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo