40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Autismufelagið hevði sín árliga aðalfund hin 6. juni. Sitandi nevnd varð afturvald.

Á aðalfundinum var einmælt avgjørt, at Autismufelagið strikar seg sum lim í danska felagnum Landsforeningen Autisme. Autismufelagið verður hereftir eitt sjálvstøðugt føroyskt felag.

Tað er lætt og einfalt at tekna seg sum lim í Autismufelagnum. Hetta kann  gerast við at fara inn á heimasíðuna autisma.fo og velja Gerst limur Eisini ber til at skriva til felagið ella  ringja til felagið tlf 509031 og fáa vegleiðing og hjálp.

Árliga limagjaldið er sett til 200 kr. fyri hvønn.

Á fundi 15. juni skipaði nevndin seg soleiðis:

Forkvinna: Jónrit Halling
Næstforkvinna: Heidi Aagaard
Skrivari: Jørmund Foldbo
Kassameistari: Randi Durhuus
Nevndarlimur: Durita Bjellvåg

Tiltakslimir eru Malan Wacher og Elsbeth Joensen

Endamálið hjá Autismufelagnum er at kunna um autismu, at vera almenna røddin fyri fólk við autismu, at virka fyri at sett verða á stovn neyðug tilboð og stovnar, so tilvera teirra gerst trygg, at fylgja við vitan innan autismuøkið og at skapa samband millum fólk við autismu og teirra avvarðandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo