40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tórbjørn Jacobsen á Facebook: Ein kvinnurødd, ið rópti seg Arnfríð, ringdi undirritaða upp kl. 12:12 ídag, meðan eg sat á innanhýsis fundi í Ráðhúsinum. Hon ringdi fyri KVF og Dag & Viku og spurdi eftir einari viðmerking. Eg spurdi av góðum grundum - til hvat? Ja, hon var á veg til Søldarfjarðar at gera samrøðu við umboðið hjá lista C í Runavíkar býráð, nú hesin ongan nevndarsess hevði fingið, táið býráðið endurskipaði seg fríggjadagin í vikuni sum fór.

Hví tíðindaredaktiónin í KVF heldur hendan eykabýráðsfundin vera so áhugaverdan er mær ein gáta. Hin 29. november 2018 var valbólkur gjørdur í býráðnum millum lista A og lista B, sum umboða 10 av 11 býráðslimum. Demokratiska støddfrøðin gav hesi valsamgongu allar nevndarsessirnar. Á býráðsfundinum 26. september 2019 staðfesti býráðið, at Helgi L. Petersen legði býráðssessin niður - endaliga fyri hetta valskeiðið - og at Sæunn Ólavsdóttir Hansen fekk hansara sess í býráðnum. Samsvarandi hesum hevði valbólkurin (A&B) skipanarfund, har sessirnir vóru býttir av nýggjum. Semjan varð løgd fram sum eitt uppskot til eykabýráðsfundin fríggjadagin. Øll sum vóru møtt á fundinum atkvøddu fyri uppskotinum.

Umboðið hjá lista C møtti ikki á eykabýráðsfundinum.

Nú svaraði eg Arnfríð, at eg onga viðmerking hevði til hennara spurningar, táið hetta als ikki er eitt mál yvirhøvur. Hetta var eitt mál seinasta heyst, men nú er tað bæði vatndeyvt og hýggjuskotið sum tíðindamál yvirhøvur.

Í Degi & Viku í kvøld fara tit helst at síggja eina uppfunna søgu um onki, sum verður einvegis lýst. Journalistiska prisman hjá tíðindadeildini í KVF gerst alt meiri margháttlig sum frálíður, meðan politiskar sjokkbylgjur fara sum goturstykkir ígjøgnum samfelagið, beint fyri eygum teirra, á alljósum degi, brúka tey megina til íspunnar non ella nonsens søgur.

Tú situr eftir við spurninginum, hvat skal tað til, at borgarin í hesum landinum skal halda hesum veingjaskerda og visjóns- og hugsjónarleysa tíðindastovni uppi í vatnskorpuni?

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo