Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroya Arena: Fyrr í ár varð navnakapping útskrivað til nýtt navn til nýggju stórhøllina í Hoyvíkshaganum, higartil nevnd Føroya Arena.

Ein navnanevnd varð sett at gjøgnumganga innkomnu uppskotini, og hevur navnanevndin skotið upp nýtt navn. Nevndin í sjálvsognarstovninum tók undir við uppskotinum. Síðani er eisini arbeitt við búmerki og samleika.

Mikudagin 20. des. kl. 13 verður nýggja navnið og samleikin avdúkaður. Samstundis verður eisini nýggja heimasíðan hjá høllini tikin í brúk. Eisini verður vinnarin av navnakappingini kunngjørdur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo