Amatøroyar: Nógvir ísraelsvinir eru í Føroyum, men nú er ein undercover ísraelstrúboðari og journalistur sloppin framat mikrofonini í Kringvarpinum at gera innsløg um Ísrael/Gaza stríðið.
Vit avdúka: Journalisturin er eisini formaður í Ísraelsmissiónini. Sí her: https://israel.fo/landsnevnd/?menuid=430
Málmansvenjarar sleppa ikki at gera innsløg um fótbólt, og hondbóltsdómarar skulu ikki gera innsløg um hondbólt. Men ÍSRAELSMISSIÓNIN sleppur at dekka Ísrael/Gaza stríðið.
Kann onkur FIKSA tað soleiðis, at tað ikki er Ísraelsmissiónin, sum ger innsløg um Ísrael/Gaza stríðið?
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo