40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Eitt flogfar hjá Atlantic Airways fekk eina buglu á flogvøllinum í Sørvági í morgun.

Flogfarið er tikið úr flúgving, og broytingar og avlýsingar verða í flogferðsluni í morgin 15. februar.
 
RC430 til Bergen er avlýstur. Ferðafólk eru umbókað til Norra umvegis Keypmannahavn við RC450 við fráferð kl. 08:40.

RC431 úr Bergen er avlýstur. Ferðafólk eru umbókað úr Bergen til Vágar umvegis Keypmannahavn

RC401 til Keflavíkar er avlýstur. Ferðafólk eru umbókað til RC1401 16.februar fráferð kl. 17:00 

RC402 úr Keflavík er avlýstur. Ferðafólk eru umbókað til RC1402 16.februar fráferð kl. 14:55.

Øll ferðafólk verða uppringd av starvsfólki hjá Atlantic Airways og kunnað, hvussu tey eru umbókað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo