40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

- Á seinasta tingfundinum undan jólum vóru avbjóðingar við atkvøðuskipanini og stroymingini frá tingfundinum. Hetta vísti seg at vera orsakað av einum servara her í húsinum, sum stýrir sjálvum tingfundunum, og sum Audio Visuelt Centrum í Danmark røkir.

- Arbeitt verður við einari varandi loysn á hesum trupulleika, har netið verður skilt sundur, so avgreiðslan av sjálvum tingfundinum og stroymingin frá hesum ikki koyra saman. Skipanin verður eisini flutt á ein servara uttanfyri húsið, so hon ikki tyngir netið her á sama hátt sum nú, sigur løgtingsstjórin Johnhard Klettheyggj.

- Til tingfundirnar í hesari vikuni er ein fyribils sundurskiljing gjørd, sum hevur við sær, at tingfundurin skal koyra ótarnaður, men hetta merkir eisini, at stroymingin frá fundunum á heimasíðu okkara er avmarkað. Onkur fólk fara tí at uppliva, at tey ikki sleppa inn á stroymingina, tá markið er rokkið. Heitt verður tí á hesi um fyribils at fylgja fundinum í sjónvarpi ella á FM-tingvarpinum.

- Arbeiðið at skilja tingfundin og stroymingina sundur á einum nýggjum servara verður væntandi liðugt um 1-2 vikur, sigur Johnhard Klettheyggj.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo