Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Hoyrdi fyri mongum árum síðani gudfrøðingar umrøða, um tað er hóskiligt at byrja eina trúarjáttan við avnoktan. Skilji ivamálið, tí í sjálvum sær er nóg mikið at játta trúnna. Tað er lættari at orða seg jaliga, og mangan fellur tað væl inn í lendið.

Nú um stundir kom ivamálið uppaftur at venda. Mær var sagt, at vit, ið høvdu lagt armin til prikini og vóru koppsett móti Covid-19, høvdu fingið djevulin ella antikrist inn undir húðina.

Gjørdist málleysur eina løtu og stóð undrandi. Tó, tað gekk skjótt yvir, tí hin sigrandi Jesus Kristus er Harri og frelsari í mínum lívi. Havi hoyrt henda vitnisburðin bæði í kirkju og samkomu alt frá barnaárum.

Tey gomlu vitnaðu um ein fullkomnan frelsara, ið hevði endurloyst sálina frá ótta og angist fyri heljar kvøl. Óttin fyri fúrsta teirra óndu anda og óndskapi heimsins á jørð og í rúmdini var vunnin av Jesusi.

Jesus vann okkum við blóði sínum frið og sælu við sáttargerð síni á Golgata. Í trúnni á Jesus gjørdist sigur hansara okkara av Guðs ríku náði. Innan í okkum býr hin livandi Guð, tá Jesus fær innivist í hjørtum várum í trúgv til trúar.

Øll hava frælsi at lesa, skriva og trúgva, so tað verður einki mótmæli hiðani og als einki svarskriv, um spurningar koma. Valdi í eini andakt at varpa ljós á hetta evnið um so var, at ein óttafull sál læs henda tekstin.

Velja vit at leggja lív okkara í Guds hendur í Jesu navni, so er verjugarðurin móti tí illa fulltikin rundan um okkum. Eingin og einki kann slíta okkum úr Guðs hondum, tí í trúnni á Jesus er djevulin sum sigursharri avvápnaður í lívi okkara.

Tað merkir ikki, at vit eru fullkomin. Tað merkir stutt og greitt, at sonur Guðs, Jesus, er okkara vernd og verja, tá ið vit vakja og sova, tá ið vit eru sterk ella veik, tá ið vit liva ella doyggja.

Tað kann sigast stutt, tá ið vit tala út frá skriftini í einum persónligum vitnisburði: Eg avnokti djevulin og allar gerningar hans og allan atburð hans.

Djevulin er ein sligin fíggindi. Tá ið fortíðin órógvar, og illimaður stingur hógvarnar fram og vekir gomul minni, tá ákalli eg Jesu navn, biði um hansara vernd og risti krossins merki. Hvørja ferð verður blikalogn, frøi og sælasta vissa.

Hóast syndin fær høvdið fyri seg, og trúarinnar frukt kennist skalað og beisk. So er einki ivamál í míni sál um, at hvør tann, ið ákallar Jesu navn, skal verða frelstur.

At vera frelstur er ikki ein løtumynd. Talan er um nútíð, framtíð og ævinleikan. Vit eru bjargað og varðveitt í hondum hins livandi Guðs. Blóð Jesu Krists heldur djevlinum burturi, so hóast vit doyggja, liva vit ævigt í Guðs ríki.

Kenni tað sum eitt kall at umtala heilsuverkið við jaligum orðum. Vituligt er, at eisini innan heilsuverkið henda mistøk. Einki fakligt yrki fær 100% vart seg fyri mistøkum.

Eitt mistak sigur ongantíð alla søguna um alt og øll. Fyri mær er tað umráðandi at umtala heilsuverkið jaliga. Tann fakliga frøðin og tey mongu heitu hjørtuni í heilsu- og almannaverkinum eiga lívið í mær og fleiri av mínum nærmastu. Fyri mær eru tey tænandi andar og lívgandi einglar.

Vænti ikki at standa einsamallur við mínum vitnisburði ella jaliga skotsmálið. Skuldi tað hent, fær tað ongar avleiðingar fyri mína trúgv. Havi positivt valt Jesus sum Harra og frelsara. Eri andaliga tilvitaður og sannførdur í trúnni um, at tænandi hendur innan heilsu- og almannaverkið eru Guðs signing yvir meg, øll míni og Føroya land.

Í eini kristnari andakt er tað hóskiligt at siga, at vit eiga at hava virðing fyri øllum menniskjum og teirra persónligu sannføring og sjálvsfatan. Vit hava frælsi at hugsa, trúgva, skriva og tala. Hesi frælsini eru verd at halda hátt í hevd.

Heldur ivasamur eri eg um tær útsagnir, ið varpa neiligt ljós á læknafrøðina. Mær hóvar illa tá ið sagt verður, at tað er óndskapur, ið læknarnir takast við í stríðnum móti Covid-19. Heilsuverkið roynir at basa smittuni okkum at gagni.

Játti fegin trúnna á Jesus Krist, hansara vernd og verju. Staðfesti, at um Harrin gevur okkum lív og heilsu, fáa vit bæði konan tað triðja prikið um nakrar vikur. Tað er ein góð kensla, hóast prikini eggja til varisliga og ábyrgdarfulla atferð millum manna.

Fremsta uppgáva teirra kristnu er at prísa Jesu navni og vera góð við medmenniskju okkara. Kenni fleiri fólk, ið av ávísum orsøkum siga neitakk til prikið. Eisini tey eigi eg at virða og elska í Jesu navni.

Amen.

Orðið: “Guð er okkum vernd og verja, ein hjálp í trongdum, ið aldri svíkur.” (Sálmur 46,2).

Jógvan Fríðriksson
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo