Lán skal koma læandi aftur
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Uppsetingin vísir, at metta avreiðingarvirðið millum 2015 og 2018 á nevndu kvotum vísur eina afturgongd í søluni upp á 102 mió. kr. ella eina samlaða afturgongd upp á umleið 14,0 % fyri bólkin av hesum skipum, sum hoyra til Norðoyggjar

Uppsetingin vísir, at metta avreiðingarvirðið millum 2015 og 2018 á nevndu kvotum vísur eina afturgongd í søluni upp á 102 mió. kr. ella eina samlaða afturgongd upp á umleið 14,0 % fyri bólkin av hesum skipum, sum hoyra til Norðoyggjar

Óluva Klettskarð, løgtingskvinna, hevur 10. september 2018 millum aðrar spurningar, sett fylgjandi spurning til Høgna Hoydal, landsstýrismann.

Hvussu eru viðurskiftini sum heild hjá ymsu pørtunum í fiskiflotanum í Norðoyggjum, síðan henda samgongan tók við?

Í svari 8. oktober 2018 upplýsir Høgni Hoydal, at avreiðingarvirðið fyri reiðarí og skip innan bólkin nóta- ídnaðarskip umframt flakatrolararnar, sum hoyra til Norðoyggjar, er vaksin við 61% frá 2014 til 2017.

Svarið er ikki í samsvari við fyrispurningin, tí spurt verður um, síðani henda samgongan tók við.

Samgonguskjalið varð undirskrivað 14. september 2015, og tá verandi fiskimálaráðharri ikki tók við sessinum fyrr enn hálvan september, hevur hann ikki havt nakra ávirkan á kvoturnar í 2015.

At samanlíkna árið 2014 við 2017 hevur tí einki við spurningin frá Óluvu at gera.

Um svarast skal uppá hvussu viðurskiftini eru hjá fiskiflotanum í Norðoyggjum síðan henda samgongan tók við, er neyðugt at samanbera kvoturnar fyri 2015, sum er seinasta árið verandi samgongan ikki hevði ávirkan á fiskivinnuna, við 2018, tá nýggja lógin um sjófeingið var samtykt. 

Okkara útrokningar vísa, at í mun til 2015 hava feløgini í Norðoyggjum mist 29,3 % av avreiðingarvirðinum, um samanlíknað verður við 2018.    

Um nýggja lógin um sjófeingi ikki hevði verið sett í gildi 1. januar 2018 og kvoturnar vóru býttar á søguligu rættindini,

• so hevði metta avreiðingarvirðið fyri Norðoyggjar verið 29,3 % hægri í 2018 enn núverandi kvotur fyri 2018.

• so hevði metta avreiðingarvirðið fyri Norðoyggjar verið 15 % hægri í 2018 enn 2015.

Vit hava niðanfyri samanlíknað útskrivaðu kvotunar hjá reiðaríum og skipum, sum hoyra til Norðoyggjar innan bólkin nóta- og ídnaðarskip umframt flakatrolarar fyri árini 2015 - 2018.

Uppsetingin vísir, at metta avreiðingarvirðið millum 2015 og 2018 á nevndu kvotum vísur eina afturgongd í søluni upp á 102 mió. kr. ella eina samlaða afturgongd upp á umleið 14,0% fyri bólkin av hesum skipum, sum hoyra til Norðoyggjar.

Harumframt eru veiðugjøldini í 2018 hækkaði í mun til 2015, við tað at avgjaldið á sild er hækkað við 50% frá kr. 0,50 til kr. 0,75 pr. kg., eins og tað í 2015 bert var avgjald á einum lítum parti av svartkjaftinum.

Avgjaldið á makreli er óbroytt
Í yvirlitunum niðanfyri eru ikki tikin við fiskirættindi, sum eru keypt á uppboði, tí hetta eru ikki rættindi sum eru tryggjaði reiðaríunum í Norðoyggjum – skoytast kann eisini uppí, at fiskimálaráðharrin hevur upplýst, at kannast skal, hvussu tey reiðarí, sum longu eru í flotanum ikki skulu kunna bjóða á uppboðssøluni.

Grundað á frammanfyristandandi kunnu vit ikki taka undir við, at umstøðurnar hjá reiðaríunum í Norðoyggjum eru vorðin betri. 

Viðvíkjandi øðrum spurningum hjá Óluvu Klettskarð, verður víst til almenna skriv okkara frá 8. oktober 2018,

P/F J. F. K.
Hanus Hansen
Stjóri

Les eisini:

Høgni brúkar 2014 sum útgangsstøði men tók við í 2015 

Uppsetingin vísir, at metta avreiðingarvirðið millum 2015 og 2018 á nevndu kvotum vísur eina afturgongd í søluni upp á 102 mió. kr. ella eina samlaða afturgongd upp á umleið 14,0 % fyri bólkin av hesum skipum, sum hoyra til Norðoyggjar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo