40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í gjár undirskrivaðu umboð fyri Smyril Line og Tórshavnar kommunu sáttmála um at samstarva um at byggja goymslu- og skrivstovuhøli til Smyril Line og ferðafólkaterminal til Tórshavnar havn.

Talan er um eitt havnarøki uttanfyri havnarskrivstovuna uppá 4.000 fermetrar, harav terminalurin verður um 1.000 fermetrar

Tórshavnar eigur verandi farstøð og trapputornið. Síðan nýggja Norrøna byrjaði sigling, er ferðafólkatalið og fraktnøgdirnar nógv vaksnar, uttan at umstøðurnar á landi hava fylgt við.

Tórshavnar havn tørvar nýggjan terminal til ferðafólk, og Smyril Line hevur tørv á nýggjum pakkhúsi við tilhoyrandi skrivstovum.

Partarnir eru samdir um, at ein góð loysn er at gera ein felags bygning, sum rúmar goymslu- og skrivstovuhølum til Smyril Line, og ferðafólkaterminal til Tórshavnar havn.

Semja er nú um verkætlanina. Endaligi kostnaðurin verður fastlagdur, tá tilboðini upp á byggingina eru komin inn. Sáttmálin varð undirskrivaður á middegi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo