Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fyrsti toppfundurin ímillum Kina og USA í fimm ár gekk væl, siga eygleiðarar.

Antony Blinken og Qin Gang, sum eru uttanríkisráðharrar í ávíkavist USA og Kina, tosaðu á fundinum í kinesiska høvuðsstaðnum Beijing millum annað um sínamillum samstarv í árunum sum koma. Stemningurin var góður, men tað var eisini týðuligt at talan er um tvey lond, sum hava sera ymiskar áskoðanir á nógv ymisk viðurskifti, verður sagt.

Teir báðir samdust millum annað um, at fleiri beinleiðis flogferðir eiga at vera ímillum londini bæði. Og so bjóðaði Antony Blinken kinesiska starvsbróðrinum á almenna vitjan í USA, tá tað liggur fyri hjá honum at koma.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo