Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Flogvinnan

 

SAS hevur síðani í fjør verið undir serligari verju ímóti húsagangi av einum dómstóli í New York. Nú hevur hesin góðkent nýggju avtaluna um at skjóta fleiri pengar í felagið.

Skandinaviska flogfelagið upplýsir í børsmelding í kvøld, at avtalan sum Castlelake, Air France-KLM, Lind Invest og danski staturin gjørdu fyrr henda mánaðin, og sum skuldi góðkennast av amerikanska dómstólinum, nú er endaliga góðkend.

SAS fekk innskot sum svarar til 8,5 mia kr í okkara pengum. 

Síðani 1. november í fjør hevur SAS havt 5,7 mia svenskar krónur í halli.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo