Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sambandsflokkurin: Sambandsflokkurin hevur lagt uppskot fyri løgtingið, ið hevur til endamáls at avtaka mótrokningina fyri arbeiðsinntøku hjá pensjonistum - harvið tryggja vit eitt hægri útboð av arbeiðsmegi.

Føroyska samfelagið er í løtuni í tí støðu og hevur verið tað seinastu árini, at arbeiðsmarknaðinum tørvar arbeiðsmegi innan fleiri ymisk arbeiðsøkir. Serliga innan vælferðarøkið, t.e. heilsu-, eldra- og heimarøkt, er stórur tørvur á fleiri hondum, og eisini bæði innan tænastu- og framleiðsluvinnuna, t.d. matstovur, hotell, fiska- og alivirkir og byggarí.

Fleiri av okkara eldru borgarum hava bæði heilsu, hug, orku og møguleikar at halda fram við at arbeiða aftaná náddan pensjónsaldur, men okkara skipan við mótrokningni av arbeiðsinntøkuomanfyri 45.000 kr. árliga ger hetta lítið áhugavert og stimbrandi.

Tí vil Sambandsflokkurin við hesum lógaruppskotinum avtaka mótrókningina fyri arbeiðsinntøku hjá pensjónistum og gera tað meira áhugavert fyri teir pensjónistar, sum hava heilsu, hug, orku og møguleikar til at arbeiða og taka eitt eyka tak - og verða longur á arbeiðsmarknaðinum.

Um pensjónisturin hevur eina árliga arbeiðsinntøku á kr. 250.000 fær hann eftir nýggju skipanini útgoldið kr. 3.416 meir um mánaðin, kr. 26.903 í mun til kr. 23.487.

Við hesari broytingini verða verandi pensjónistar vónandi eggjaðir at arbeiða meira, enn teir gera í dag. Eisini er at vóna, at pensjónistar, sum í dag ikki hava eitt lønandi arbeiði, verða eggjaðir at átaka sær eitt arbeiði.

Eitt økt og stabilt útboð av arbeiðsmegi er eisini við til at varðveita og menna okkara vælferðarsamfelag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo