Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Karl Vidtfeldt, formaður í Sandoyar Ítróttarfelag, B71 - Mynd: Heðin Arge

Eyðdis Ellendersen úr TB fekk heiðurin sum ársins eldsál 2023 – Mynd: Skíggjamynd/Televarpið

Karl Vidtfeldt, formaður í Sandoyar Ítróttarfelag, B71 - Mynd: Heðin Arge

Eyðdis Ellendersen úr TB fekk heiðurin sum ársins eldsál 2023 – Mynd: Skíggjamynd/Televarpið

FSF: Løkshøll í Runavík var leygarkvøldið karmur um árliga ítróttafagnaðin, sum Ítróttarsamband Føroya, ÍSF skipar fyri. Seks stórir ítróttaheiðrar vórðu handaðir, umframt at Heiðursskjal Poul E. Petersen varð latið.

Endamálið við tiltakinum er at seta sjóneykuna á føroysk ítróttafólk, hjálparfólk, leiðarar, venjarar, eldsálir og onnur, sum virka í føroysku ítróttafeløgunum, ítróttasambondunum, og í føroyska ítróttaheiminum sum heild.

Virðislønir vórðu latnar fyri ársins ítróttafelagsskap, ársins ítróttasólstrála, ársins ítróttavenjari, ársins eldsál, ársins ítróttastjørnuskot og ársins ítróttanavn.

Og tá ársins ítróttafelagsskapur varð kunngjørdur, fór heiðurin til Sandoyar Ítróttarfelag, B71, meðan Eyðdis Ellendersen úr TB varð heiðrað sum ársins eldsál.

Heiðurin sum ársins ítróttasólstrála varð latin teimum báðum, Gyðu Djónadóttir og Jóhonnu Østerø úr Neistanum. Heri Ziska varð kosin ársins ítróttavenjari, meðan Jónas Gunnleivsson Isaksen og A-landsliðið við monnum í hondbólti vórðu kosin ávikavist ársins ítróttastjørnuskot og ársins ítróttanavn 2023.

Størsti heiðurin, ið verður latin av ÍSF, er Heiðursskjal Poul E. Petersen. Og hesaferð var tað Jan Günter, sum í nógv ár hevur verið ein eldsál innan judo í Føroyum, ið fekk heiðursskjalið.

Fótbóltssamband Føroya ynskir øllum hjartaliga tillukku við heiðurslønunum og blíðan byr framyvir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo