ETA...??? Tað kann mann gera um veturin!
- Ágrýtin og ótolin bóndi í hoyna við knarrutu børnini

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

HBF: Miniton er venjing fyri yngru børnini, sum gjøgnum spæl og serstaka venjing læra at spæla badminton.

Hendan venjingin er fyri børn í aldrinum frá 3 til 9 ár, og øll børnini skulu hava ein avvarðandi við sær til hvørja venjing. Tey vaksnu eru aktivir luttakarar í venjingini saman við børnunum.

Seinasta leikár vandu børnini fram ímóti at ogna sær ein ‘gullbólt’, men sum øllum kunnugt steðgaði badmintonárið so knappliga vegna Korona. Havnar badmintonfelag hevur tikið táttin upp aftur og bjóðar nú yngru børnunum til Miniton. Øll eru vælkomin - bæði tey, sum hava vant fyrr, og nýggir leikarar.

Venjingin er leygardagar frá kl. 10-11 í Badmintonhøllini í Gundadali. Fyrsti venjingardagur er 19. september. Venjarar eru Erland Poulsen, Aksel Poulsen, Mariann Øster og Katrin Poulsen, ið øll hava góðar royndir innan Miniton. Nærri kunning um badminton og venjingartíðir eru á heimasíðuna hjá Havnar Badmintonfelag hbf.fo 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo