Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Nýggj í nevndini fyri BSF eru Mariann Øster úr Hoyvík og Niels Juel Arge úr Klaksvík, meðan hini í nevndini eru Sofía Olsen, Katrin Jacobsen og Johnny í Grótinum.

Nýggj í nevndini fyri BSF eru Mariann Øster úr Hoyvík og Niels Juel Arge úr Klaksvík, meðan hini í nevndini eru Sofía Olsen, Katrin Jacobsen og Johnny í Grótinum.

Nýggj í nevndini fyri BSF eru Mariann Øster úr Hoyvík og Niels Juel Arge úr Klaksvík, meðan hini í nevndini eru Sofía Olsen, Katrin Jacobsen og Johnny í Grótinum.

Badmintonsambandið: Tann 16. juni 2022 helt Badmintonsamband Føroya (BSF) árliga aðalfund sín, har kunning, nevndarval og góðkenning av roknskapi var á skrá. Á aðalfundinum møttu umboð fyri Havnar Badmintonfelag, Klaksvíkar Badmintonfelag, Miðvágs Badmintonfelag, ÍF og Nápur.

Nýggir nevndarlimir, sami formansskapur
Fyri vali hesa ferð stóðu Katrin Jacobsen og Johnny í Grótinum, sum hava verið ávíkavist næstformaður og formaður. Harumframt blivu Mariann Øster og Niels Juel Arge nývald sum nevndarlimir, tá Elian Elttør og Birgit Ryan ikki ynsktu at halda áfram í nevndini. Nevndin hevur skipað seg við sama formansskapi sum áður.

Nýggj strategiætlan fyri føroyskan ítrótt
Á aðalfundinum blivu limafeløgini kunnaði um nýggju strategisku kósini fyri føroyskan ítrótt, sum bleiv samtykt á aðalfundinum hjá ÍSF herfyri. Feløgini og nevndin taka fult undir við grundhugsanini í nýggju strategiini, sum er í felag fram ímóti felags málum. Serliga bleiv væl tikið ímóti málinum um at fáa breiddina við, har vit samstundis eisini hava tørv á at styrkja umhvørvið fyri úrvalsbadminton.

Ætlanin er at samstarva við limafeløgini um at fremja framfýsnu ætlanirnar í verki við eitt nú at seta ítøkilig mál fyri at fáa breiddina í badminton við, fjálga um tey mongu sjálvbodnu, seta ítróttagleðina fremst og styrkja úrvalsumhvørvið.

Framfýsnar ætlanir fyri badmintonmenning
Í tráð við nýggju strategiætlanini hevur BSF framfýsnar ætlanir fyri landsliðsvirksemi komandi árið, sum eisini er eitt oyggjarleikaár. Soleiðis vilja bestu leikararnir natúrliga venja fram ímóti møguligari luttøku á Oyggjarleikunum á Guernsey komandi summar. Men longu til Føroyaleikirnar í summar skrivaðu vit badmintonsøgu, tá hetta var fyrstu ferð at skipa bleiv fyri altjóða góðkendari kapping, ið gav luttakarunum stig á ratinglistanum hjá Badminton World Federation.

Faroe Games Junior International 2022 eydnaðist serstakliga væl við luttøku úr USA, Írlandi, Skotlandi, Onglandi, India, Norra og Danmark. Ungu føroysku leikararnir fingu roynt seg ímóti sterkum leikarum, men allíkavæl stóðu tey seg væl og fingu góðar royndir. Sum nakað nýtt er ætlanin at skipað fyri miðvísari ungdómslandsliðsvenjing komandi kappingarár við síðuna av skipaðu landsliðsvenjingini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo