Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

27. til 29. mai luttók U15 ungdómslandsliðið í badminton í eini kapping í Farum, sum liggur norðan fyri Keypmannahavn.

Føroyskir leikarar hava nú í nøkur ár luttikið í hesari kappingini, og eru nærum hvørja ferð komin heim aftur við fleiri heiðursmerkjum.

At føroyskt badminton er í støðugari menning sæst aftur í hvørjum bólkum, tey eru meldaði til í.

Okkara leikarar luttóku í teimum ovastu bólkunum, E-bólkinum, sum er elitubólkurin, M-bólkinum, sum er beint undir E-bólkinum og í A-bólkinum.

Leikararnir í bæði E, M og A bólkinum høvdu fleiri tættar og gevandi dystir, har føroysku leikararnir stóðu seg sera væl.

Har tað bar til, luttóku tey í heili 3 kappingum, einmansleiki, tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki.

Hesi luttóku fyri Føroyar:
Ranja Joensen
Inga Guðrin Samuelsen
Naomi Rajani Færø
Hansina Eysturtún Mouritsen
Sarita Kvilt
Jafet Rasmussen
Tóki Yngvason Guttesen
Ørvur Isfeld
Beinir Rúnason Weihe
Símun Sigvardsen

Við á ferðini var eisini ungdómslandsliðsvenjarin Fai Yin Wong, og ferðaleiðararnir Birita og Jon Sigurd Samuelsen.

Hesir leikararnir komu heim aftur við heiðursmerkjum í A bólkinum
Inga Guðrin Samuelsen, silvur, einmansleikur gentur
Ørvur Gunnarsson Isfeld og Símun Thorkildshøj Sigvardsen, silvur, tvímansleikur dreingir
Símun Thorkildshøj Sigvardsen, vann 3. plássið í einmansleikur dreingir
Naomi Rajani Færø og Inga Guðrin Samuelsen vunnu 3 plássið í tvímansleikur gentur.

Aðrir føroyskir leikarar luttóku eisini í kappingini í Farum. Kristoffur Samulsen vann silvur í tvímansleiki fyri menn saman við einum donskum leikara, hann spældi í U17/19A. Tóra Erlandsdóttir vann gull í einmansleiki og silvur blandaðum tvímansleiki saman við íslendskum leikara, hon spældi í U13A

Fleiri myndir frá ferðini eru at síggja á facebook vanganum hjá Badmintonsambandinum

Badmintonsamband Føroya | Facebook

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo