Um tú ert ein av teimum sum heldur, at pengar ikki eru eydnan, so kann eg vissa teg um, at tær hevði dámað fátækradømi enn minni
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Bakkafrost hevði ein nettovinning í 2020 uppá 462,8 mió kr. Tað skal samanberast við 801,8 mió kr árið fyri.

Vinningurin fyri hvørt partabrævið minkaði úr 15,5 kr niður í 7,8 kr.

Fíggjarstøðan javnvigaði við 13,2 mió kr í mun til 13,1 mió kr árið fyri. Men netto rentuberandi skuldin vaks úr 1,08 milliardum krónum við árslok 2019 til 1,7 milliardir krónur við árslok í fjør.

Nevndin fer at skjóta upp at gjalda 3,65 í vinningsbýti fyri hvørt partabrævið á aðalfundinum sum verður í apríl.

Øll ársfrágreiðingin hjá Bakkafrost kann lesast á enskum her.

Versnaða úrslitið er longu innroknað í kursin á partabrævinum. Sambært heimasíðuni hjá Bakkafrost er í skrivandi løtu ein lítil minking uppá 0,07% í virðinum.

Regin Jacobsen, stjóri, upplýsir fyri VP, at tíðindaskriv eins og ein føroysk umseting av frágreiðingini hjá nevndarformanninum kemur seinni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo