Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Finski  bólkurin Steve’n’ Seagulls spæla nøkur av heimsins kendastu rock og heavy løgum á sín heilt serliga máta. Við banjo, akustiskum gittara, mandolin, accordion og kontrabasssi skifta heimskend løg, sum Thunderstruck hjá AC/DC ham - men á ein løgnan hátt er tað, sum at tey eiga at ljóða so.

Steve’n’ Seagulls fóru sum skógareldur um YouTube, tá teir á eini heimagjørdari video spældu Thunderstruck.

Lagið byrjar við accordion spælaranum, sum kemur á eini grassláimaskinu og so fer heimskenda “Thunder!” tjantið ígongd.

25 milliónir ferðir er fyrsta lagið hjá teimum spælt á YouTube, meðan løg sum Seek and Destroy, Run to the Hills og Holy Diver eisini eru á playlistanum hjá Steve’n’ Seagulls.

Ein orsøk til at Steve’n’ Seagulls eru vorðnir kendir er helst, at hóast tað kann tykjast løgið, at broyta klassisk heavy og rock løg til fjallakontry, so hava tónleikaligu dygdirnar hjá finnunum við sær at løgini ljóða, sum vóru tey skrivaði til banjo og mandolin.

Steve’n’ Seagulls skulu upplivast á G! Festivalinum.

You Shook me all night long - trýst her
The Trooper - trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo