40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Frá 2009 og fram til nú eru ómaksgjøldini hjá donsku bankunum hækkað nógv meira enn onnur brúkaragjøld, tað vísir kanning sum Brúkararáðið Tænk hevur gjørt.

Sum dømi verður nevnt, at tað lættliga kann kosta yvir 20.000 krónur at taka eitt realkredittlán uppá tríggjar milliónir krónur - og tað er bara í ómaksgjøldum.

Men felagið hjá donsku fíggjarstovnunum vísir á, at samstundis sum ómaksgjøldini eru hækkað, so er rentan lækkað, so samanum tikið rinda fólk ikki meira til bankan enn tey plagdu.

Ráðini frá brúkararáðnum eru at kanna væl hvørji brúkaragjøld ein rindar, og so gera av antin einum nýtist júst ta tænastuna. Ein annar møguleiki er at tingast við ráðgevan og vita, um ein kann sleppa undan onkrum gjaldi ella møguliga sleppa bíligari.

Føroysku bankarnir eru partur av danska bankakervinum, men tað er óvist um teir eru við í júst hesi kanningini hjá Tænk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo