Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

BankNordik: Kredittmetingarfyritøkan Moody’s fer nú aftur at gera regluligar metingar av BankNordik. Sostatt fer Moody’s frameftir javnan at kunngera, hvussu trygt tað er hjá kundum og íleggjarum at seta pening í BankNordik.

Fyrsta metingin frá Moody’s er “A2”, sum er ein góð meting við lágum váða og góðum útlitum. Metingin varð kunngjørd 21. mars 2022

Nógvir stórir íleggjarar, t.d. pensjónsfeløg, gera bert íløgur í fyritøkur, ið hava eina kredittmeting, og tí kann metingin frá Moody’s vera við til at draga fleiri íleggjarar at BankNordik. Harumframt gevur kredittmetingin BankNordik møguleika fyri at fáa betri treytir, tá ið bankin skal taka lán ella útgeva lánsbrøv.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo