Lán skal koma læandi aftur
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

- Føroyingar eru ov lítið tilvitaðir um teirra bústaðarlán.

Tað heldur forstjórin í BankNordik, Árni Ellefsen. Hann vísir á, at hóast rentan hevur verið lág í rúma tíð, so er tað als ikki óhugsandi at hon sum frá líður fer at hækka.

- Vit skulu ikki skrúva tíðina so nógv ár aftur fyri at finna eina støðu, har renturnar vóru væl hægri, vísir Árni Ellefsen á.

Stór skuld og skiftandi renta ein vandamikil blanding
Í Føroyum hava vit í stóran mun bústaðarlán við skiftandi rentu, meðan lán við fastari rentu eru vanligari í londunum rundanum okkum. So leingi rentan er lág, er tað ongin trupulleiki, er boðskapurin hjá BankNordik. Men um rentan hækkar, eru føroysku húsarhaldini nógv meira viðbrekin enn í grannalondunum. Og hesum stúrur bankin fyri.

Hóast alsamt fleiri viðskiftafólk í BankNordik hava valt realkredittlán við fastari rentu seinnu árini, so er gongdin tann beint øvugta, um hugt verður at tølunum fyri føroyska marknaðin sum heild. Og tað er bæði undrunnarvert og ørkymlandi.

- Tað ber jú til beint nú at tryggja sær lága rentu næstu 20 árini. Høgu húsaprísirnir í hesum døgum gera gongdina uppaftur álvarsamari, sigur Árni Ellefsen.

Økti eftirspurningurin eftir bústøðum trýstir prísirnar upp, og  nógv keypa sær tí sera dýr hús og taka stór lán. Um rentan hækkar, kunnu vit vænta, at prísirnir á  bústøðum fara at lækka. Um fólk tá verða noydd at selja bústaðin fyri eina lægri upphædd, enn tey keyptu hann fyri, er tað eyðsæð, at tað kann gerast trupult.

- Ein møgulig rentuhækking kann tí í ringasta føri gerast ein  smeitur fyri pengapungin hjá føroyskum  familjum, sum hava stóra skuld og lán við skiftandi rentu, sigur Árni Ellefsen.

Mælir til at endurskoða lánið
- Vit fara til tannlæknan við tonnunum og til sýn við bilinum, men tað, sum hevur størsta ávirkan á okkara samlaðu peningaligu støðu, gera vit nærum einki við. Øll, sum hava lán, eiga tí – fyri sína egnu skuld – javnan at kanna, um tey hava rætta lánið, sigur Árni Ellefsen.

Av tí at rentan í løtuni er so lág, er tað eftir hansara tykki vanligt vit og skil í hesum døgum at taka støðu til, hvussu lánsviðurskiftini síggja út, og um rentan skal læsast við einum realkredittláni. Hann mælir tí øllum føroyingum, sum hava lán í bústaðnum, til at tosa við peningastovnin fyri at kanna, hvussu ein møgulig rentuhækking kann fara at ávirka, og um lánið eigur at verða endurskoðað. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo