40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Ársins fyrstu tríggir mánaðir royndust væl hjá BankNordik. Avlopið var 94 mió kr eftir skatt, og útlitini fyri 2021 eru góð, hóast ein ávís óvissa framvegis valdar.

Tað staðfestir BankNordik í skrivi til miðlarnar í morgun.

- Føroyska arbeiðsloysið er lágt, og nú ferð av álvara er komin á koppsetingarnar, er tað nógv, sum bendir á, at 2021 verður eitt gott ár fyri innlendska marknaðin. Vit vita tó ikki, hvørjar langtíðar avleiðingarnar av COVID-19 vera, og hvussu gongdin á útlendsku marknaðunum fer at ávirka føroysku útflutningsvinnuna. Framtíðarútlitini eru sostatt framvegis tengd at einari ávísari óvissu, og tí hava vit sett pening av til møgulig tap, ið kunnu fara at vísa seg, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

Danska virksemið endaliga flutt í juni
Tann 1. februar varð danska virksemið hjá BankNordik selt, og væntandi verður flytingin av donsku kundunum til Spar Nord endaliga framd í juni. Frameftir fer BankNordik at leggja seg eftir at veita kappingarførar tænastur til privat húski og vinnulív í Føroyum og í Grønlandi, har BankNordik í dag hevur umleið 20% av marknaðinum. Fyrr í ár vórðu bygnaðarligar tillagingar framdar til tess at tryggja, at virksemið hjá samtakinum framhaldandi verður rikið so skynsamt sum gjørligt.

Roknskapurin í stuttum

  • Úrslitið fyri skatt gjørdist 118 mió. kr. samanborið við -30 mió. kr. sama tíðarskeið í 2020

  • Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar gjørdist 38 mió. kr. samanborið við 28 mió. kr. sama tíðarskeið í 2020

  • Útlán vórðu niðurskrivað fyri -3 mió. kr. samanborið við -18 mió. kr. sama tíðarskeið í 2020

  • Rakstrarúrslitið gjørdist 35 mió. kr. samanborið við 10 mió. kr. sama tíðarskeið í 2020

  • Útlánini hækkaðu úr 7,4 mia. kr. sama tíðarskeið í 2020 til 7,5 mia. kr.

  • Realkredittlánini hækkaðu úr 2,0 mia. kr. sama tíðarskeið í 2020 til 2,4 mia. kr.

  • Bankin hevði 7,5 mia. kr. í innlánum, ið er umleið tað sama sum sama tíðarskeið í 2020

  • Solvensurin hækkaði úr 23,4% sama tíðarskeið í 2020 til 36,2%

  • Bankin væntar, at nettoúrslitið í ár verður millum 150 og 200 mió. kr. (2020: 166 mió. kr.)

Eisini ber til at lesa meira á www.banknordik.com, har sjálvur roknskapurin, íleggjaraframløga og børsfráboðan eru tøk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo