Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

BankNordik: Góðu úrslitini stava í høvuðsheitum frá rentuinntøkum, góðu úrslitunum hjá Trygd, avkasti á eginognini og lágu niðurskrivingunum, sum bera boð um haldføru fíggjarstøðuna hjá kundunum. Hóast úrslitini fyri árið eru góð, so hava inntøkurnar frá tænastugjøldum verið lækkandi í 2023.

 Kundarnir hava staðið seg væl í einum avbjóðandi ári
- Hóast úrslitini fyri 2023 eru góð, so hevur árið eisini verið merkt av høgari inflatión, rentuhækkingum og geopolitiskum broytingum, sum hava havt við sær, at fíggjarliga støðan í heiminum hevur verið lutfalsliga óviss. Fyri einum ári síðani vóru væntanirnar til árið heldur ikki so bjartar, sum úrslitini í dag nú vísa. Umframt góð úrslit eru vit sjálvsagt serliga fegin um, at okkara kundar – húsarhald og fyritøkur í Føroyum – hava staðið seg væl í einum avbjóðandi ári, sigur Turið F. Arge, forstjóri.

Hyggja vit eftir gongdini í talinum av skáum og loyvdum trotum, so eru eingin tekin um, at kundarnir ikki klára at svara sínum skyldum. Harafturat vísa tølini, at hóast rentu- og príshækkingar so eru samansparingarnar hjá okkara privatkundum í miðal hækkaðar seinastu árini.

Ókeypis Netbanki fyri allar privatkundar
Árið hevur eisini verið merkt av, at bankin hevur endurskoðað prísir og kostnaðir fyri ymiskar tænastur. Til dømis hevur bankin valt at gera Netbankan ókeypis fyri allar privatkundar umframt at tillaga fleiri tænastugjøld.

- Talgildar tænastur fylla alsamt meira, og vit royna áhaldandi at menna talgildu møguleikarnar, soleiðis at kundin kann fáa betri yvirlit yvir sína fíggjarstøðu og avgreiða síni viðurskifti á ein einfaldan hátt. Kostnaður má ikki vera ein forðing fyri, at kundin tekur talgildu loysnirnar til sín, og tí valdu vit at gera Netbankan ókeypis fyri allar privatkundar, sigur Turið F. Arge.

Í 2022 fekk bankin nýggjan Netbanka, og í seinastu nøgdsemiskanningini, sum varð gjørd á heysti í fjør, søgdu kundarnir seg vera sera væl nøgdar við Netbankan. Í ár og komandi árini fer bankin eftir ætlan at menna enn fleiri talgildar loysnir, soleiðis at kundarnir kunnu avgreiða enn fleiri fíggjarviðurskifti talgilt – og samstundis hava møguleika at koma á gátt at fáa ráðgeving frá sínum bankaráðgeva.

Tálmað inflatión og rentulækkingar fyri framman
Eftir at inflatiónin hækkaði nógv í bæði 2021 og 2022 valdu fleiri miðbankar og tjóðbankar at hækka rentuna fyri at tálma høgu inflatiónini. Serliga í 2023 hækkaði rentan nógv og ofta, og mongu rentuhækkingarnar hava helst víst seg at rigga, tí inflatiónin er lækkað munandi í 2023. Meðan brúkarainflatiónin í ES var 10,6% í november 2022, var hon 2,4% við ársbyrjan í ár. Hyggja vit eftir komandi mánaðunum, so væntar marknaðurin, at rentan fer at lækka nakað - tað verður tó ikki við tí ferðini, sum rentan hækkaði í 2023.

- 2022 og 2023 hava verið serstøk á tann hátt, at vit hava havt eina skjóttvaksandi inflatión og óvanliga nógvar rentuhækkingar. Hóast okkara kundar hava verið mótstøðuførir í einum avbjóðandi tíðarskeiði, so kunnu broyttu fortreytirnar byrja at vísa seg. 2023 var sjeynda árið á rað, har vit afturførdu niðurskrivingar, men vit vænta, at hetta kann fara at broytast í 2024. Vit fegnast tó um góðu úrslitini hjá samtakinum og ikki minst, at okkara kundar hava víst seg at hava eina sunna fíggjarstøðu – hetta er eitt gott útgangsstøði fyri 2024, sigur Turið F. Arge, forstjóri.

Til komandi ársaðalfundin fer nevndin at mæla til eitt samlað vinningsbýti áljóðandi 80 mió. kr. fyri 2023 til íleggjararnar. Vinningsbýtið svarar til 26% av avlopinum og er sostatt eitt frávik frá vinningsbýtispolitikkinum, sum er 70%. Orsøkin til frávikið er eitt óavgreitt mál í Fíggjareftirlitinum viðvíkjandi íbúðar- og vinnubygningum í Føroyum og Grønlandi, sum kann ávirka kapitalgrundarlagið negativt. Bankin væntar, at málið verður avgreitt í fyrru hálvu í 2024.

Roknskapurin í stuttum

  • Úrslitið eftir skatt gjørdist 308 mió. kr. samanborið við 164 mió. kr. í 2022.

  • Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar gjørdist 269 mió. kr. samanborið við 202 mió. kr. í 2022.

  • Niðurskrivingar á útlánum vórðu afturførdar við 10 mió. kr. samanborið við eina afturføring á 47 mió. kr. í 2022.

  • Útlánini hækkaðu úr 8,1 mia. kr. í 2022 upp í 8,9 mia. kr.

  • Realkredittlánini vóru 2,6 mia. kr. samanborið við 2,65 mia. kr. í 2022.

  • Innlánini hækkaðu úr 8,4 mia. kr. í 2022 upp í 8,7 mia. kr.

  • Veruligi kjarnukapitalurin hækkaði úr 21,4% í 2022 upp í 25,8%.

  • Solvensurin, íroknað NEP-kapital, hækkaði úr 29,7% í 2022 upp í 41,1%.

  • Leiðslan væntar, at úrslitið eftir skatt fyri 2024 verður millum 225 og 255 mió. kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo