Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

BankNordik-savnið: Nú eru trý ár liðin av fimm ára avtaluni millum BankNordik og Sjálvsognarstovnin BankNordik-savnið um stuðul til keyp av føroyskari samtíðarlist. Við stuðlinum, kr. 450.000 hesi árini, hava vit ognað okkum 32 listaverk frá átta listafólkum, sum vit ikki frammanundan eiga í okkara savni.

BankNordik eigur stóra tøkk fyri stuðulin til føroyska nútíðarlist.

Í juni mánaði 2023 ognaði BankNordik-savnið sær seks nýggj listaverk eftir Silju Strøm.

Silja Strøm er fødd 16.1 1987 í Keypmannahavn og er uppvaksin í Vestmanna. Hon hevur nomið sær útbúgving í Skotlandi frá The Glasgow School of Art 2007-2011, BA Hons Fine Art (Painting and Printmaking) og á The Academy of Fine Art, Vienna, Austria 2009-2010.

Silja Strøm býr og arbeiðir í London, men vitjar javnan heim til Føroya, har hon arbeiðir og hevur sersýningar. Hon hevur havt fleiri framsýningar bæði úti og her heima og hevur verið við til at listprýða nýggju løgreglustøðina í Tórshavn saman við listamanninum Anker Mortensen.

Silja Strøm gongur nýggjar listaligar leiðir eins og fleiri av teimum ungu listafólkunum í Føroyum. Stílurin hjá henni er bæði abstraktur og figurativur, og hon nýtir nógv kroppin sum myndevni, har hon lýsir og viðger viðurskifti millum menniskju, umhvørvi, lutir og annað, sum er rundanum okkum.

Heitini á listaverkunum hjá Silju Strøm hava í sær eina søgu. Onkur teirra vísa til, hvat gongur fyri seg á myndunum á ein neutralan hátt, meðan onnur heiti eru poetisk orðað og hava onkursvegna skaldsligan dám. Í listaverkunum verða soleiðis søgur fortaldar bæði við heitinum og í sjálvari myndini. So tað fer fram ein ørgrynna av hendingum í myndunum.

Listaverkini hjá Silju Strøm eru ljós og hava ein dám av lættleika, sum pastelllitirnir eisini stuðla undir. Litirnir liggja í fleiri løgum og eru tíðum gjøgnumskygdir og skapa rúmd í myndunum. Úrslitið er í stóran mun eitt ljóst ævintýrikent huglag í myndunum, sum avspegla lívsgleði og vón.

Listin hjá Silju Strøm er áhugaverd, men øðrvísi. Tað krevur tol og umhugsni hjá áskoðaranum at sundurskilja og fata, hvat veruliga gongur fyri seg í myndunum; hvat søgurnar hjá Silju Strøm fortelja. Ein spennandi ferð inn í listina hjá einum listafólki.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo