40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

30. mars-7. apríl verður barnafestivalur í Norðurlandahúsinum.

Í 10 dagar hvørt ár eiga børnini Norðurlandahúsið. Barnafestivalurin er fastur táttur á várskránni hjá føroya fremsta mentanarhúsið, og er uttan iva eitt av hæddarpunktunum á árinum hjá nógvum barnafamiljum, skúlum og dagstovnum. Uml 6000 børn vitja barnafestivalin hvørt ár at uppliva føroyska, norðurlendska og altjóða list og mentan.

Skráin í ár er sum altíð sera fjølbroytt. Føroya Symfoniorkestur spælir tónleikaævintýrið Veiða Vind, heimskendu Cirkus Cirkør vitja við sýningin Bagage, Marionetteatern úr Svøríki spæla pinkubarnasjónleikin Da-da-da, og vit fara øll at dansa saman til Danceoke.

Størsta stjørnan, sum vitjar festivalin, er uttan iva ungi danski youtubarin Rasmus Brohave, sum fer at siga frá sínum lívi og leiðini frá at vera ein erkvisin drongur úr Svendborg til at vera eitt ”internetfenomen”.

Ein onnur ung stjørna, sum vitjar, er 15 ára gamli rapparin MachoMayne úr Noregi. Hann kemur til Føroya við sínum kulu rútmum og tekstum eftir fleiri konsertir á stórum festivalum í Noregi.

Listin hjá børnunum sjálvum skal sjálvandi eisini hava nógv pláss á skránni til barnafestivalin. Framsýningin ”List sum kann etast” er við listaverkum, sum pinkubørn hava málað. Ungar stjørnur spæla konsert og ungir dansarar luttaka til setanina. Eisini verður eitt barnabókasavn við bókum, sum børn hava skrivað og gjørt. Øll børn í Føroyum eru boðin at skriva bøkur til bókasavnið. Lesið meira um hetta á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum.

Fleiri verkstovur eru á skránni, m.a. ein listaverkstova til pinkubørn og ein ritiverkstova, har børn kunnu læra at gera telduforrit.

Øll skráin sæst á nlh.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo